Tað vóru sera áhugaverd tíðindi, sum bórust í Kringvarpinum í dag, har danskir fiskifrøðingar eru komnir til ta niðurstøðu, at stongdar leiðir ikki er nøkur vernd fyri toskin.
Í meiri enn 10 ár hevur Føroyabanki verið stongdur, og fiskimenn, sum hava ditta sær at sagt sína meining, og mælt til at loyva royndarveiðu, hava verið skýrdir óvitandi, óseriøsir og lítið ábyrgdarfullir.
Sama hevur verið galdandi fyri kjakið í Løgtinginum. Har hevur aftur og aftur verið rørt framundir, at viljin at lurta eftir fiskifrøðingum er als ikki til staðar, og tí eru vit komin í hesa støðu, og tí er eingin fiskur á Føroyabanka. Hevur ein bara váða sær at lýst málið við góðum argumentum frá teimum, sum dag og dagliga arbeiða í fiskivinnuni, ella biðið løgtingsfólk um at hava í huga, at vit ikki stýra øllum náttúrukreftum, so hava illsinnisglepsini ikki verið so fá.
Søguliga hevur Føroyabanki givið umleið 3.000 tons av toski um árið, og tey bestu árini meiri enn tvífalt so nógv. Hetta eru ómetaliga stór virðir, og vit vita alt ov lítið um støðuna á Føroyabanka, við teimum royndum, í Havstovan ger á hvørjum ári.
Tí mugu vit loyva vinnuligum fiskiførum, so sum línuskipum, sum dagliga eru í drift, inn at royna. Tað skal vera undarligt, um ikki Føroyabanki aftur kann geva stórar nøgdir okkara landi at frama.
Nýggjasta niðurstøðan frá donsku fiskifrøðingunum ber boð um, at fiskimennirnir hava verið á rættari kós, og at politiski myndugleikin í Føroyum hevur í alt ov stóran mun sitið á hondunum. Tí hava vit alt ov smala vitan til at taka skilagóðar avgerðir um fiskiskap á Føroyabanka.
Vit mugu opna fyri møguleikum á Føroyabanka, so vit veruliga síggja hvussu støðan er.