Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Keðilig úttalilsir

Týskvøldið var rektarin  á Glasir í Degi & Viku í samband við, at hann ynskti sær  tøknibreyt á skúlanum. Somu tøknibreyt, sum tann á Tekniska skúla í Klaksvík.  Hann segði, at næmingar í syðra upptøkuøki máttu hava møguleika at sleppa á Glasir. Tað vísti seg,  at tað vóru so fáir næmingar, sum sóu tað sum ein reellan møguleika, at fara úr Havn, Suðuroynni og av Sandoynni  langa vegin heilt til Klaksvíkar í skúla.Tað bleiv ov strævið hjá næmingunum. Tað hildu foreldur og fyritøkur eisini.

Skulu so fleiri tilboð bjóðast  á Tekniska skúla í Klaksvík ?

Ífylgi sama logikk, so kundi eg  hugsa mær at vita, um tær breytir, sum einans kunnu fáast á Glasir, so  í framtiðini skulu kunna fáast á tekniska skúla í Klaksvík eisini ? Við somu grundgeving, nevniliga, at næmingar norðanfyri ikki síggja tað sum ein reellan møguleika at koyra allan  vegin til Havnar í skúla. Kunnu vit bjóða lærlingum norðanfyri, at teir skulu koyra allan vegin til Havnar í skúla, tá næmingur úr Havn ikki kunnu koyra norðeftir í skúla ? Hetta er eitt sindur Tórshavn vs Klaksvík, men  lagt verður upp til tað.

Hann hevði søkt um  hesa tøknibreytina 4 ferðir, men hevði fingið noktandi svar 4 ferðir.

Koyritíð 35 – 40 min .

Eg kann uppdatera,  at um ca. 2 ár, so tekur tað  uml. 35 – 40 min. at koyra úr Havn til Klaksvíkar. Sjálvandi nakað longri í bussi, men bussurin steðgar beint uttanfyri dyrnar við tekniska skúla í Klaksvík.   Eg kann eisini upplýsa, at gott skúlaheim er á tekniska skúla í Klaksvík.

Um næmingar veruliga ynskja sær  eina tøkniliga útbúgving, so trúgvi eg neyvan,  at 35 – 40 min. koyring einaferð ella tvær ferðir um vikuna,  fáa teir at frávelja útbúgvingina. Spurningurin er so kanska , um teir   vilja útbúgvingina nóg nógv. Hetta snýr seg jú bara um eitt avmarkað styttri  tíðarskeið og møguleiki er at búgva á næmingaheiminum fyri ein sámiligan kostnað.

Bøtta samferðslan gongur báðar vegir

Føroyar er eitt lítið land og vit útbyggja samferðsluna fyri milliardir og  rektarin á Glasir sigur, at vit ikki kunnu bjóða næmingum at skula brúka 35 – 40 min tvær ferðir um vikuna at koyra til Klaksvíkar í skúla ta stuttu tíðina, sum útbúgvingin tekur.  Eg veit um fleiri, sum koyra ímillum Havn og Klaksvík dagliga og hava gjørt tað í fleiri ár. Lærlingar úr Klaksvík koyra eisini til Havnar, uttan at grenja um tað. Tað hoyrir bara til.

Er meiningin at  milliardaíløgurnar í tunlar og vegir skulu  brúkast til at støvsuga stovnar og skúlar runt landið til Havnar.  Gera vit ikki hesar íløgur fyri at gera lívið hjá øllum føroyingum runt alt landið  lættari og fjølbroyttari. At tað skal verða møguligt og gott at búgva, arbeiða og ganga í skúla runt um   í øllum økjum í landinum hjá øllum fólkum við ymiskum útbúgvingum.

Gera vit ikki hesar íløgurnar fyri,  at tað skal vera eins lætt at flyta seg frá A til B, sum frá B til A hjá øllum og  øll javnsett. Streymurin skal ikki bara verða einvegis, men allar vegir. Soleiðis fáa  vit eitt fjølbroytt og spennandi samfelag við møguleikum til flest møgulig kring alt landið.

Vit eru øll góð við høvuðsstaðin, men vit eru eisini  góð við allar Føroyar.

Skal annað flytast ?

Ætlanir eru um at gera listaskúla á Sandoynni. Skal hesin skúlin støvsugast ígjøgnum Sandoyartunnilin  til Havnar, tá hesin kemur.. Skal heilsuskúlin í Suðuroy eisini flytast til Havnar, tá Suðuroyartunnilin kemur. Ella skal  ein nýggjur listaskúli og heilsuskúli gerast í Havn, tí onkur foreldur ella okkurt virki heldur, at næmingar ikki kunnu fara úr Havn til Sands ella til Suðriar.

Míni ráð til rektaran á Glasir skulu verða, at hann skal fáa skúlan hjá sær  at virka og lata Tekniska skúla í Klaksvík fáa frið.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

løgtingskvinna