Í samband við at arbeitt verður kring vøllin við Djúpumýru, verður ferðslan á Bøgøtu einvegis suðureftir (bussar undantiknir) frá 20. februar 2019 og til arbeiði er liðugt. Heitt verður á bilførarar, um ikki at parkera bilar á økinum fram við vestaru síðu (Millum Atlantis og KÍ høllina).
Arbeitt hevur verið kring vøllin í eina tíð, og abeiðið, sum nú fer í gongd, er at leggja undirstøðið til nýggju ljósmastrarnar. Hetta er alt liður í arbeiðinum, sum skal tryggja, at økið rundan um vøllin verður nútímans gjørt, og somuleiðis góðkent til altjóða dystir.