Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Unga Sjálvstýri hevur fingið nýggja nevnd.

24.fo

Ungmannafelagið hjá Sjálvstýri hevði í farnu viku aðalfund á Hotel Runavík. Á aðalfundinum bleiv nýggj nevnd vald, og hevur nevndin síðani skipa seg soleiðis:

Heri Danielsen, nýggjur formaður, gleðir seg til at fara í hált við nýggju uppgávuna:

– Vit í nýggju nevndini gleða okkum til at koma í gongd við hesa uppgávuna. Vit meta, at tað standa nógvar stórar avbjóðingar fyri framman fyri politisku skipanina, og halda vit, at tað er okkara skylda og uppgáva sum ungdómur at koma við okkara loysnum og meiningum um tær ymsu avbjóðingarnar. Vit ynskja sostatt at vera við til at seta sosialliberalistisku hugsjónina í miðdepilin, og viðvirka til eina bjartari framtíð fyri Føroyar og allar føroyingar.