25.marts 2019 eru 200 ár síðan stóri málfrøðingurin og presturin var borin í heim á Løgmansgarðinum á Steig í Sandavági.
Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin royna nú av øllum alvi at skerja tímarnar í føroyskum, okkara móðurmáli.
Eg undrist stórliga. Nú 200 ára føðingardagurin hjá Hammershaimb er um nakrar dagar, munnu mong halda, at ein skerjing av undirvísing í føroyskum ikki er rætta føðingardagsgávan til Hammershaimb, tíansheldur til føroyska fólkið og allarminst til børnini.
Tað er neyðugt at vit verja okkara móðurmál. Tað er neyðugt at tað verður styrkt.
Tað eigur Løgtingið at gera. Hóast Tjóðveldi vil skerja føroyskt undirvísingina.
At føroyska málið sum so mangt annað skal oftast á loysingaraltarinum er at fara ov langt.
Um Kaj Leo kom fram við slíkum uppskoti fyri 4 árum síðani rokni eg við at bæði Tjóðveldi og KVF grótu og illa lótu um hetta snigálop á móðurmálið.
Men nú er merkiliga kvirt.
Tað tykist undarligt. Syrgilig tøgn, nú Tjóðveldi fremur eitt stórálop á okkara kæra móðurmál. Sum vanligt, so listrar Javnaðarflokkurin harraboð frá Tjóðveldisflokkinum og førir knívin í hesum máli.
Latið okkum menna móðurmáli nú VUHammershaimb verður 200 ár.
Tað hevði verið meira passandi.
Marjus Dam, fyrrverandi løgtingslimur fyri Sambandsflokkin