Í døgunum 1. – 6. apríl fara nærum øll ítróttarfeløgini í Klaksvík at hava opið hús. Endamálið er at hava eitt felags átak saman við ABC fyri sálarliga heilsu, sum leggur upp til at vera saman, virkin og hugbundin.
Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini børn og ung, og Anja Olsen, samskipari hjá ABC í Klaksvíkar kommunu, hava tikið stig til hetta átakið, sum eisini er ein liður í at heiðra ÍSF, sum fyllir 80 ár 4. apríl.
Fyrr í ár heitti ÍSF á ítróttarfeløgini um at hava opið hús leygardagin 6. apríl soleiðis, at øll – eisini tey, sum ikki eru limir í einum felag – fáa høvi at royna seg í ymiskum ítróttargreinum.
Anja Olsen, sigur, at hetta varð startskotið til teirra hugskot. Vit arbeiða støðugt við ABC fyri sálarheilsu, har vit eggja fólki at verða virkin saman og hugbundin. Tí hildu vit, at hetta var eitt upplagt høvi hjá fólki at verða virkin og verða saman, men samstundis at royna okkurt nýtt. Leygardagar eru ofta nógvar ítróttarkappingar á skránni, og tí tóku vit stig til at hava opið hús gjøgnum vikuna, og ikki bert leygardagin 6. apríl. Anja Olsen leggur tó afturat, at felags tiltak eisini verður í hallunum 6. apríl ímillum kl. 11.00 – 14.00, har øll eru vælkomin.
Beinta Klakstein fegnast um hetta átakið, sum bæði vísir fjølbroytni innan ítróttin í Klaksvík og blíðskap, har dyrnar verða latnar upp fyri øllum, sum ókeypis kunnu royna alskins tilboð í býnum. –
Vit kunnu siga, at hetta eisini er við til at seta sjóneykuna á tey mongu, sum dagliga gera eitt megnar arbeiði fyri allar borgararnar, sum ynskja at verða virkin og saman í ymiskum ítrótti, sigur Beinta Klakstein at enda.
Skráin fyri, nær ítróttarfeløgini hava opið hús, sæst her.