Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Munur á Sambands og Tjóðveldis/Javnaðar politikki

Tunnil mynd 24.fo savnsmynd

Tíverri stýrir Tjóðveldi Javnaðarflokkinum í ov stóran mun – Spell.

Vit mugu staðfesta, at m.a. sum úrslit av loysingarpolitikkinum fær Heilsuverkið hvørt einasta ár áleið 400 milliónir krónur ov lítið játtað , um vit skulu vera á støði við grannalond okkara.

Tað er helst orsøkin til, at Heilsuverkið liggur í leiðsluloysið.

Fyri kortum kundi grein lesast um tað stóra gagn í Ríkisfelagsskapurin er fyri Føroyar. Hetta er sunnur lestnaður, ið mælt verður øllum at lesa, bæði sambands og loysingarfólkum. Hetta er tankavekjandi og konkret. Ikki sápubløðrur. Vísið til greinina:

http://www.vp.fo/news-detail/news/news/detail/einar-sjalvbjargnar-foeroyar/

Greinin er  í andsøgn við fíggjarmálaráðharran Kristinu Háfoss, ið áhaldandi seinastu árini hevur messað ósannindi til føroyingar, at ríkisveitingin nærum ongan týdning hevur í føroyska búskapinum longur.  Ein (vánaligur) stjórnarleiðari segði einaferð, at tað er bert at endurtaka eina lygn nóg ofta, so trúgva fólk lygnini. Nú skal eg ikki samanbera Kristinu við hendan, men hon veit betur og átti at tagt – ella sagt satt.

Gott 1040 milliónir krónur árliga ella góð milliard verður ongantíð ein lítil upphædd.

Tá Kaj Leo á sinni nevndi, at 1 millión var ein piparnødd í tí stóra samanhanginum,  var mikil goragangur og grátur frá Tjóðveldi og Javnaði.  Tað var ein háðan ímóti teimum, ið ikki fingu endarnar at røkka saman osv.. Tá var 1 millión ein ovurhonds stór upphædd, ið fekk bein at ganga á í fleiri ”framhaldssendingum” og sjónvarpsklippum  i KVF.

Eg sakni KVF ”framhaldssendingina” um milliardina, ið púrt ongan týdning hevur í føroyska búskapinum. Hvar eru klippini og kritisku spurningarnir til Kristinu Háfoss Fíggjarmálaráðharra um hesi ósannindini?

Í greinini verður hugleitt um nøkur viðurskiftir og beinleiðis staðfest, at ídag er góð milliard reinur danskur stuðul í føroyska búskapinum.

Av tí at skattir og avgjøld fyri stóran part verða goldin av hesi upphædd í Føroyum, mugu vit konstatera, at vit høvdu havt hall á fíggjarlógini í ár, um reinur Tjóðveldispolitikkur uttan ríkisveiting var veruleiki,  hóast uppgangstíðir hava verið í bæði fiski, ali og ferðavinnu.

Í somu grein verður nevnt, at Tjóðveldismaðurin Pauli T Petersen , spyr : Um vit ikki skulu minka blokkin nú, nær skulu so vit gera tað?.

Sambandsflokkurin spyr ein meira relevantan spurning : Um vit ikki skulu hækka játtanina til Heilsuverkið nú, nær skulu vit so gera tað?

Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin kunnu saktans skerja ríkisveitingina. Tað ber ikki til at skerja eina milliard úr føroyska búskapinum – uttan at tað fær stórar avleiðingar. Tí 1 milliard er ikki ein piparnøt.

Sambandsflokkurin prioriterar Sjúkrahúsverk  føroyinga fram um niðurskurð av ríkisveiting og loysing.

Spurningurin, ið Tjóðveldið ongantíð hevur svarað uppá er: hvar skal sparast tá milliardin er burtur. Hvar skal hendan koma frá? Skulu skattir og avgjøld hækkast við 1 milliard?

Tjóðveldispolitikkur merkir í mínum huga: Saman mugu vit flyta úr Føroyum.

Marjus Dam, fyrrv løgtingsmaður

 

 

 

 

 

 

 

 

Tjóðveldisflokkurin sigur beinleiðis, at í procentum er hetta fullkomuliga týdningarleyst og