Teir mest bangnu er helst, Aksel, Høgni og KVF
Fyrst skal eg takka navnanum í Sørvági fyri, at hann váttar, at at ein atkvøða til Sambandsflokkin í fiskivinnumálum ger sama skaða, sum ein Tjóveldis- ella Javnaðaratkvøða og tí eiga tey at velja Fólkaflokkin hesaferð.
Sambandsveljarar eg havi tosa við siga, at teir skilja mína støðu. Eg eri stórliga bangin fyri, at fleiri sum valdu B seinast fara at velja A hesaferð. Og at navnin váttar at tað er sum eg segði, ger ivaleyst at enn fleiri í norðurøkinum og aðrastaðni við, umhugsa sína støðu.
Tað er rætt, at eg var limur í einum bólki, sum umrøddi fiskivinnuna. Eg boðaði tó frá til ovastu leiðslu og onnur við:
1. Taki ikki undir við hasum. Tað er eftir mínari bestu sannføring ein katastrofa.
2. Sakligt er hetta ikki. Hetta er eitt skriviborðsuppskot og tað kann bara ganga galið.
Tá eg læs viðmerkingina til greinina, kom mær til hugs, at navnin nú er firtin, tí at eg, helst av misgávum, var biðin í hansara sess í nevndini.
Í mínari fyrru grein skrivaði eg um fiskivinnupolitikkin:
Fólkaflokkurin dugir at selja boðskapin til tey rætttrúgvandi úti á bygd, men eg vóni, at eg kann hjálpa til at styrkja boðskapin hjá heidningamissiónini í høvuðsstaðnum.
Í mínum skrivi var lætt at lesa at talan var um fiskivinnu. Og tað veit navnin væl men roynir á ein keðiliga óreinan og óvirðiligan hátt at taka tingini úr samanhanginum soleiðis at meiningin verður ein heilt onnur.
Viðvíkjandi mínari meining um fiskivinnu er tað galdandi, at eg bjóðaði mær at greiða frá hesum í omanfyri nevnda telduposti. Men eg havi ongantíð hoyrt nakað aftur frá nøkrum í Sambandsflokkinum. Men eg kann skoyta uppí, at eg javnan tosið við politikarar úr øðrum flokkum, sum hava áhuga í mínari meining.
Tað sigur ikki so lítið, at teir sum eru mest bangnir fyri mínari meining eru Aksel, Høgni, KVF og so Sambandsflokkurin.
Eivind Jacobsen
Strendur
PS. Mína meining um fiskivinnu fara tit óiva at frætta nógv um komandi tíðina