Home Fólk & SamfelagPolitikkur Sosialistiski staturin má steðgast.

Sosialistiski staturin má steðgast.

by OML

Fólkaflokkurin er ein borgarligur og   frælslyntur sjálvstýrisflokkur. Vit ynskja  tjóðarfrælsi, men tað skal verða við borgarligum frílyntum  politikki. Okkara borgarar og vinna skulu í miðdepilin . Tað skal ikki verða  eftir socialistiskum leisti, har staturin er miðdepilin og har landskassin leggur sína køvandi hond á alt og øll . Eitt stýri, sum ikki lurtar eftir pørtum á arbeiðsmarknaðinum og sum fløkir alt saman í ein ellibita við   reglugerðum og kunngerðum, sum ikki eingong landstýrismaðurin sjálvur megnar at umsita. Alt flýtur bara.

Framburðurin steðgaður

Vit hava fingið staðfest, at undir hesi samgonguni er framburðurin í fiskivinnuni steðgaður og inntøkurnar  minkaðar. Ongin í vinnuni torir at gera stórar íløgur. Um sitandi samgonga sleppur at halda áfram, so hava vit   higartil bara sæð byrjanina til komandi sosialistiska statin eftir tjóðveldisleisti. Tað sýnist sum allir sterkir og dugnaligir vinnuaktørar, sum tjena pengar, skulu niður við nakkanum.  Landstýrismanninum skal heimilast at stýra øllum eftir egnum lógum og kunngerðum. Eru hetta einaveldisdreymarnir hjá landstýrismanninum í fiskivinnumálum, sum stinga undan hógvunum ?   Er friðarliga kollveltingin í gongd? Eru á veg móti statinum, har staturin er miðdepilin og eigur alt og øll ?.

Fíggjarliga frælsið

Fólkaflokkurin leggur stóran dent á persónliga frælsið.  Frælsi hins einstaka at virka og brúka sínar gávur og síni  evnir uttan at blíva revsaður í skattum og avgjøldum. Tað skal løna seg at arbeiða og gera ein innsats. Ikki sum nú, har fólk blíva revsaði fyri at gera ein eyka innsats, og har tað í nógvum førum  lønar seg eins væl onki at gera.

Ein stórur og  týðandi partur av okkara persónliga frælsi, er tað   fíggjarliga frælsið. Frælsið at ráða yvir egnum hart vunnum krónum. Tað er lítið vunnið við einum tjóðveldistjóðarfrælsi, um vit í eini  komandi sosialistiskari tjóðveldisrepublik blíva bundin niður í skattum og avgjøldum og personliga sjálvstýrið blívur tikið frá okkum. So hava vit higartil bara sæð byrjanina.

Pengar hjá øðrum

 

Tað krevst ábyrgd,  skil og sparsemi at taka avgerðir um, hvat skattaborgarans peningur –  peningur hjá øðrum skal brúkast til. Spurningurin er um sitandi samgonga og sosialisma yvirhøvur hevur maktað hetta ??

 

Krónurnar  eru fossaður inn í landskassan, men  so sanniliga eisini fossaðar úr kassanum aftur nú  í skjótt 4 ár og gera tað framvegis. Vanligi lønmóttakarin hevur ongan  lætta merkt, soleiðis sum lovað bleiv áðrenn valið. Hann blívur framvegis undirdýktur í skattum og avgjøldum og missir meir og meir sjálvstýri.

 

Tey ungu, sum júst eru byrjaði á arbeiðsmarknaðinum øtast yvir, hvussu lítið tey hava eftir av síni løn. Landið fer avstað við einum sera sera trivaligum parti.    Tað almenna hevur havt eina stóra yvirnormala nýtslu síðstu 4 árini, men tað, sum hevur bjargað okkum, eru góðu lunnarnir, sum undanfarna borgarliga samgonga legði. Sitandi sosialistiska  samgonga hevur heystað ágóðarnar av borgarliga politikkinum hjá undanfarnu samgongu. Hetta hava vit so ofta sæð áður

 

Føgur  tóm orð og tala til  kenslur.

 

Tjóðveldi hevur í hesi samgonguni enn einaferð prógvað, at teirra politikkur bert eru føgur tóm orð. Tos til kenslur  hjá fólki uttan nakað veruligt innihald. Tey hava nú sitið í landsins stjórn í skjótt 4 ár og fólk eru blivin knokkroytt í skattum og avgjøldum. Sum nevnt omanfyri er  skatta og avgjaldspeningur fossaður inn í landskassan øll 4 árini. Góðu tíðunum í Føroyum eigur sitandi samgonga ongan heiður í. Hon skal takka undanfarnu borgarligu samgongu fyri góðu tíðirnar og fólkavøksturin. Tað vóru vit borgarligu, sum vanligt,  sum løgdu lunnarnar.

 

Halda fast við føroysku krisnu grundvirðini

 

Vit  skulu byggja á  tey góðu føroysku kristnu grundvirðini. Grundvirðir,  sum hava bygt okkara land í øldir, og sum vit øll hava notið gott av.  Grundvirðir, sum hava gjørt Føroyar til besta stað í heiminum. Hesi grundvirðir  skulu vit halda rimmarfast við til frama fyri land og fólk.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

løgtingskvinna

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.