Poul Michelsen kallar seg liberalan, men tosar sum víðgongdur sosialistur. Tí nakrar viðmerkingar og seinni koma viðmerkingar um teori og búskaparfrøðingar
Poul Michelsen er ein raskur eldri maður. Men í seinastu viku fór eg at ivast í um høvdi fylgir við.
Vónandi er orsøkin tó, at hann altíð heldur seg vita best sjálvur og at ongin torir at spyrja hann teir spurningar, sum eru neyðugir, fyri at fáa Poul Michelsen at hugsa og seta spurnartekin við tað hann higartil hevur fingið upplýst. Tað er ikki vandaleyst at øll hava slíka virðing fyri formanninum at tey ikki seta spurningar.
Á in.fo 5/4-19 varð Poul Michelsen endurgivin fyri at siga, at hann er keddur um at bara 15% av fiskirættindunum eru seld á uppboðssølu. Poul Michelsen ynskti at 100% verða seld á uppboðssølu.
Tá rann mær í huga bretskan uttanríksiráðharra, sum helt talu fyri nógvum útflutningsfyritøkum. Hann segði: Exporting is fun! Og so vistu øll, at hann hevði ikki minsta ánilsi av hvat hann tosaði um. Nakað soleiðis hugsaði eg, tá eg læs tað Poul Michelsen segði, um uppboðssølu.
Poul Michelsen tosar um uppboðssølu og marknaðargrundaða skipan. Hví ringir ongin klokka tá búskaparfrøðingar, sum vit kenna frá bókini, Tey sóu reytt og Høgni Hoydal eru samdir við Poul? Er tað so galið, at Poul Michelsen ikki skilur, at hann verður manipuleraður? Ella uppaftur verri, er tað bara so galið at hann er samdur við teimum?
Er tað ikki soleiðis, at tá landið selur rættindi á uppboðssølu, við rættuliga avmarkandi treytum, so er talan um at landið er monopolið, sum selur rættindir at reka vinnu í spennitroyggju? Er tað liberalt?
Hetta er jú statsmonopol og tað er kommunisma. Ein skipan, sum sambært ástøðini, tekur stórsta partin av normala vinninginum, umframt ónormala vinningin, inn í skatti er ikki liberalisma.
Er tað ikki soleiðis at menningarkvotur eru politisk útlutan við geografiskum og ikki búskaparligum atlitum. Og kanska talan enntá er um politiska útluting. Nei, liberalt er tað ikki.
Hvussu fær Poul Michelsen hetta til fría kapping? Hetta er í besta føri kapping um at arbeiða fyri undirløn fyri statin. Tað er og verður kommunisma.
Landsreiðarí er als ikki liberalt. Men nú hómast tað í havsbrúnni, við stuðli frá Poul Michelsen og Framsókn.
Poul Michelsen átti at spurt seg sjálvan, hvat er meira marknaðargrunda:
1. At keypa veiðurættindi frá landsmonopolinum
2. At keypa veiðurættindi frá einum av verðandi aktørum
Avtøka av ognarrætti er ikki liberalisma
Fyrr áttu privatar fyritøkur veiðirættindini. Tey kundu seljast og keypast. Reglur vóru um, hvussu nógv onkur í mesta lagið kundi eiga í hvørjum skipabólki. Tað var ein marknaðargrunda skipan. At nakrar heimildir vóru hjá landsstýrismanni at gera ymiskt broytir ikki tað, at skipanin var marknaðargrunda. At onkur, sum gjarna vil keypa skip, ikki sleppur at keypa, tí ongin vil selja, prógvar at gamla skipanin var marknaðargrunda. At nógvir pengar skulu til, er eisini prógv fyri, at tað er marknaðargrunda.
Um onkur tjenar ov nógv ber til at áleggja eykaskatt. So er trupulleikin við at onkur tjenar ov nógv loystur. Hvat er ov nógv er ein meting og valdast hvør verður spurdur og nær spurt verður.
Poul Michelsen hevur í besta kommunistiska stíli ognartikið 23,5% av veiðurættindunum. Allende í Chile betalti fyri tað sum staturin ognartók. Tað ger Poul ikki og tí er hann meira kommunist enn Allende og ájavnt við Fidel Castro. Hetta hevur onki at gera við liberalismu.
Nú sigur Poul seg ætla at taka hini 85 prosentini uttan endurgjald. At Poul Michelsen ikki skilur, at hann á gamalsaldrinum er blivin víðgongdur sosialist harmast vit onnur liberalu um.
Men kanska tað er orsøkin til at Poul Michelsen ikki føldi seg heima í Fólkaflokkinum.
Eivind Jacobsen
Liberalt valevni á lista A
P.S. Um fáar dagar koma 2 aðrar greinar, sum longu eru skrivaðar, við nærri búskaparligum grundgevingum.