Nýggja heimasíðan er snøgg og brúkaravinarlig. Hon samlar heimasíðurnar hjá Fiskiveiðieftirlitinum og MRCC og gevur sum heild eitt betri innlit í stovnin. Heimasíðan er gjørd til teldur, teldlar og fartelefonir.
Vørn hevur eisini fingið ein nýggjan fiskiloyvisportal, sum hevur fingið navnið Torvan og er at finna á www.torvan.fo.
Frameftir skulu øll fiskiloyvi søkjast á Torvuni. Ein stovnar ein brúkara og velur síðani tað fiskiloyvið, ein vil søkja um. Hereftir verður goldið, og umsóknin verður send okkum talgilt. Um umsóknin verður gingin á møti, verða boð send, og fiskiloyvið verður at finna á Torvuni og á Teyggjuni, har tað kann prentast út. Vørn fer í hesum sambandi ikki at senda fiskiloyvi við postinum longur.
Tó er ikki neyðugt at stovna brúkara fyri at søkja um fiskiloyvi í bólki 5. Her fer ein beinleiðis til umsóknina.
Vit vóna, at tit fara at taka væl ímóti heimasíðuni og Torvuni.