Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur fingið frágreiðing frá einum arbeiðsbólki, sum mælir til, at fiskiskapurin eftir toski, hýsu og upsa í føroyskum sjógvi verður skipaður í eini fiskidagaskipan, sum verður fyrisitin eftir tí umsitingarætlan, sum arbeiðsbólkurin eisini hevur gjørt uppskot um.
Umsitingarætlanin leggur upp til, at ein fastur leistur er fyri, hvussu árliga fiskidagatalið verður ásett. Alt eftir, hvussu fiskastovnarnir eru fyri, og hvussu nógv vit fiska í mun til stovnin, kann dagatalið hækka við fimm prosentum, lækka við fimm prosentum ella halda fram óbroytt.
Eftir uppskotinum er tað landsstýrismaðurin, sum við kunngerð ásetir fiskidagatal við støði í umsitingarætlanini og eftir at hava ráðført seg við eini nevnd umboðandi allar skipabólkar og veiðihættir, umframt fólki frá Havstovuni og Vørn.
Í arbeiðsbólkinum hava verið fólk frá fiskivinnuni, Havstovuni, Vørn og Fiskimálaráðnum.
Frágreiðingin frá arbeiðsbólkinum kann lesast her.