Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Posta lýst til sølu

Beint fyri árslok 2018 samtykti Føroya Løgting við stórum meiriluta at veita Føroya landsstýri heimild at einskilja Posta. Hendan heimild verður nú útint.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið stendur formliga fyri søluni og hevur gjørt avtalu við SÓKN Advokatar um saman við Hammer Consulting at veita ráðgeving í sambandi við søluna.

Sambært samtykt Føroya Løgtings verður tað treyt fyri søluni, at P/f Postverk Føroya framhaldandi umsitur einkarrætt landsins og skyldu landsins til postflutning sambært løgtingslóg um postvirksemi í minsta lagi í eitt 10 ára tíðarskeið galdandi frá yvirtøkudegnum. Við í keypinum fylgir eisini rætturin at framleiða og selja frímerki í 10 ár.

Sølulýsingin er nú í føroysku bløðunum og tilboð skulu vera inni 17. juni í ár. Hareftir verða samráðingar við áhugaðar keyparar og ætlanin er at avgreiða søluna um miðjan juli í ár. Lýsingin kann eisini lesast her.

Tórshavn 29. mai 2019

Uttanríkis- og vinnumálaráðið