Kl 1603 UTC fekk MRCC boð frá einari kajakk, sum var komin í trupulleikar norður úr Ennibergi. Tað vóru í alt 9 kajakkrógvarar, sum vóru farnir frá Eiðsvík í dag. Teir komu í ringan sjógv norður úr Ennibergi og rógvarnir skiltust frá hvørjum øðrum og komu at rógva í bólkum. Tann, sum boðaði frá var saman við einum øðrum.
Stórt átak varð sett í gongd. Tyrlan, Tjaldrið , Einar Mikkelsen, fleiri bjargingarbátar og aðrir bátar vóru settir í gongd. Og mitt í rokanum komu boð um ein útróðrarbát, ið var uppsteðgaður í Mykinesfirði.
Ein annar útróðrarbátur var nærhendis og royndi at sleipa, men líkindini vóru so vánalig, at endin slitnaði. Tískil tók hesin báturin báðar menninar av. Sverri kom seinni á staði og tá var báturin rikin langt norður um Barði. Men tað eydnaðist hjá Sverra at seta fast á bátin og byrja sleipið.
Tyrlan var fyrst á staði norðanfyri og kom fram á tríggjar kajakkir, sum róðu undir landi, men teir veitraðu tyrluna víðari, tí teir vóru ikki beinleiðis í vanda.
Nakað seinni kom tyrlan fram á tríggjar aðrar kajakkir, sum hildu seg tætt saman. Hesar tríggjar tók tyrlan so upp. Síðani kom tyrlan fram á tvær aðrar kajakkir, sum eisini hildu seg tætt at hvørjum øðrum. Hesar báðar tók tyrlan eisini upp.
Nú bleiv so ivamál um seinasta rógvaran. Men hann bleiv so funnin av tyrluni, og tikin upp av bátinum Búðadali úr Haraldssundi, sum eisini luttók í átakinum.
Teir seinastu tríggir, sum enn vóru í sínum kajakkum, róðu framvegis tætt undir landi, fylgdir av Fløtti, sum er lítli báturin hjá Norðoya Bjargingarfelag. Teir settu upp í Eiðsvík í øllum góðum.
Tjaldrið hevði sett sín MOB bát á sjógvin, fyri at vera skjótari á staðnum, og tann báturin tók so tær 5 tómu kajakkirnar upp.
Tyrlan setti teir 5 rógvararnar av í Klaksvík og løgregla og sjúkralið tóku í móti teimum.