Við lágferðsluvegirnar til fleiri av smáu, men vælumtøktu bygdirnar og plássini at vitja, er sjálvandi neyðugt við víkiplássum, so bilar og onnur akfør kunnu møtast.
Ein lutfalsliga nýggjur trupulleiki hevur nú stungið seg upp, sum er, at víkiplássini verða nýtt sum parkeringspláss, har fólk fara úr bilinum – og í mongum førum við einum húsvogni hangandi afturúr – fyri at ganga sær ein túr í haganum ella í onkrari av væl umtøktu bygdunum. Havandi í huga økta talið av ferðandi, er hetta væl skiljandi, at slíkt oftani kemur fyri. Trupulleikin er bara, at hetta slagið av parkering er til stóran bága fyri gjøgnumkoyrandi ferðsluna, tí trupult er hjá bilum at møtast, tá víkiplássini verða nýtt sum parkeringspláss.
Landsverk fer nú undir at seta upp skeltir við áskriftini “Eingin parkering” og “No parking” við teir vegateinarnar, har hesin trupulleikin er størstur. Eitt nú verða skeltir sett upp við Kirkjubøarvegin, Runt Agnið, við báðar Gjáarleiðirnar, Tjørnuvíkarvegin og Saksunarvegin.
Fyri Tjørnuvík verður galdandi, at húsbilar og húsvognar sleppa ikki at koyra til bygdina, tí parkeringsplássið í bygdini er so mikið avmarkað, at tað framyvir bert kann nýtast av vanligum persónbilum. Fyri ferðandi við húsvogni hangandi afturúr er møguleiki at seta húsvognin frá sær í grótbrotinum beint norðan fyri Haldórsvík, og síðani koyra víðari bara við persónbilinum, um bygdin Tjørnuvík er málið við ferðini.