Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

OPIÐ Á HVALASTØÐINI VIÐ ÁIR Í SUMMAR

Hvønn fríggjadag til 30. august verður Hvalastøðin við Áir opin fyri almenninginum við rundvísing tríggjar ferðir um dagin

Síðani 2011 hevur verið arbeitt við at umvæla og restaurera øll húsini á Hvalastøðini. Hon var um at fara, og tað var í tøkum tíma, at varðveitingarætlanin fór í gongd. Verkætlanin er ikki liðug.

EINASTA VARÐVEITTA HVALASTØÐIN

Hvalastøðin við Áir hjá norsk-skotsku fyritøkuni Christian Salvesen í Leith í Skotlandi byrjaði sítt virki í 1905. Hon er tann einasta av teimum sjey norsku hvalastøðunum í Føroyum, sum er varðveitt. Hvalastøðin við Áir er ein týðandi og einstakur ídnaðararvur.

Hevur tú hoyrt um Ebenezer, Kristnastovu, Fuguna, Kvernuna og Tørkuna? Beinknúsarar, spøl, lýsitangar, mjølverksmiðja, smiðja, Planurin, hús og bygningar standa sum varðar frá einari farnari tíð. Ein framsýning um hval og hvalaveiðu verður eisini at síggja inni í Smiðjuni.

HVALASTØÐIN HEVUR OPIÐ SOLEIÐIS Í SUMMAR:

Hvønn fríggjadag frá 12. juli til 30. august kl. 10.00 til 17.00

Kostnaður:
Børn til og við 15 ár: ókeypis
Vaksin 60 kr.
Pensjonistar 30 kr.
Bólkar (á minst 10) 40 kr.

kl. 11.00, 13.00 og 15.00 er rundvísing við guide. Rundvísing kl. 15.00 er á enskum. Tað kostar 20 kr. eyka. (Til ber eisini at ganga runt sjálvi)

Í sambandi við at Hvalastøðin letur upp, skipa Tjóðsavnið og Sunda Kommuna fyri almennari móttøku á Hvalastøðini Fríggjadagin 5. juli 2019 kl. 15.

Les meira um tiltakið