Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

HUGBURÐURIN TIL PENSIÓNIR OG EFTIRLØNIR MÁ BROYTAST

Eitt ríkt samfelag

Føroyska samfelagið hevur ongantíð verið so væl fyri fíggjarliga sum vit eru tað í skrivandi stund.

Fiskivinnan og vinna sum heild hevur vind í seglini og sæst tað aftur á handils- og gjaldsjavna, og inntøkum landskassans.

Eisini sæst tað val og virðuliga aftur í gerandisdegnum hjá flestu av borgarum okkara.

Hóast hetta, so eru tað tíverri bólkar og einstaklingar í samfelagnum sum ikki kenna seg at vera part av framgongdini.

Fólkapensionistanir gleða seg um at tað gongst teimum nærmastu væl, hóast at teir ikki merkja tað so væl sjálvir!

Fólk sum av heilsuávum, ella manglandi eftirútbúgvingarmøguleikum, ikki eru partar av framgongdini, mugu eisini bara gleðast um at tað gongst  øðrum og kanska onkrum av teimum nærmastu væl!

Er hetta virðuligt?

Er tað virðiligt við einum hugburði sum byggir á at pensionistanir skulu fáa eina veiting sum er nokk at klára seg fyri?

Er tað virðiligt at fólkapensionistanir sum ikki ynskja at ganga fyri einki, skulu vera avmarkaðir í hvussu nógv teir kunnu forvinna?

Er tað virðuligt at vit taka arbeiðskraft úr øðrum londum her heim at arbeiða, samstundis sum vit eiga borgarar her heima, sum heldur enn gjarna vilja sleppa út á arbeiðsmarknaðin?

Nei tað er skammuligt at nakar borgari í okkara ríka samfelagið skal fáa eina veiting sum er grundað á, at hann skal klára seg!

Tað er eisini skammuligt at vit leggja fótonglar fyri fólk sum vil vera við á føroyska arbeiðsmarknaðinum!

Samfelagið er so ríkt, at allir borgarar í samfelagnum eiga at hava meira enn bert til at yvirliva.

Arbeiði er til allar hendur og tí eiga ikki fótonglar at vera løgdum nøkrum føroyingi sum við vera við í vinnuni!