Home VinnutíðindiFiskivinna Skrokkurin um at vera liðugur

Skrokkurin um at vera liðugur

by OML

Í mai 2017 undirskrivaðu Fiskimálaráðið og MEST sáttmála um at byggja tað nýggja rannsóknarskipið.

MEST fekk síðan Western Baltic Shipyard í Litava at gera skrokkin. Skrokkurin er nú um at vera liðugur og skipasmiðjan hevur boðað frá, at hann verður klárur at sjóseta tann 31. august.

Skrokkurin verður latin MEST tann 4. september. Eftir tað verður hann sleipaður inn á Skála, har skipið verður gjørt liðugt.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.