Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Sjálvstýri helt IKKI lív í samgonguni

Tað hevur javnan verið ført fram, av ávísum politikarum og valevnum, at Sjálvstýri hevur hildið lív í samgonguni, men fakta check vísir, at hetta er ikki rætt, men politiskt Fake News.
Tíð er neyðugt við einari rættleiðing og veruligari kunning til allar føroyingar.

Fakta check: 
Fiskivinnunýskipanin var samtykt áðrenn pensjónsnýskipanina, nevniliga 12 desember 2017. Pensjónsnýskipanin var samtykt 24 apríl 2018, (meiri enn 4 mánaðer eftir Fiskivinnunýskipanina.)
Fíggjarlógin var samtykt 21 desember 2017 við 26 atkvøðum – so Sjálvstýrið var ikki tann flokkur í bar Fíggjarlógina ígjøgnum.

Tað skulu 17 tingfólk til, at samtykkja fíggjarlógina. Soleiðis var Fíggjarlógin samtykt við heili 7 atkvøðum fleiri enn samgongan. Sjálvt um Sjálvstýrið ikki hevði verið við, við tveimum atkvøðum.

Nevniliga við Bill Justinussen, Sonja Jógvansdóttir, Edmund Joensen , Magni Laksafoss, Bjørn Kalsø, Magnus Rasmussen, Kaj Leo Holm Johannesen og Bárður á Steig Nielsen.

Sjálvstýrið hevur ongantíð tikið undir við nøkrum í fiskivinnunýskipanini.
Sjálvstýrið meldaði greitt út, at teir ikki vildu gera samgongu orsaka av fiskivinnunýskipanini.

Sjálvstýrið atkvøddu eisini ímóti eyka inntøkum sum høvdu við fiskivinnuna at gera, á fíggjarlógini,

Lógin um pensjónsnýskipanina var samtykt tann 24 apríl 2018 og hevði sostatt einki við Fiskivinnunýskipanina ella Fíggjarlógina at gera.

Sjálvstýri ynskir, at fiskivinnan og alivinnan fáa somu tryggu karmar at virka undir.

Sjálvstýrið er stolt av, at hava verið við til, at betra um pensjónina hjá túsundtals pensjónistunum í bert hava almennu pensjónina at liva av.

Óli M. Lassen, býráðslimur

Nevndarlimur í Sjálvstýri – Norðoyggjar