Tann 1. august í ár vóru vit farin upp um 52-túsund fólk í Føroyum. Tá vóru vit 52.122 í tali, sum eru 868 fleiri enn eitt ár frammanundan. Tað kemur av eini nettotilflyting á 575 fólk, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og einum burðaravlopi á 293, sum er munurin millum fødd og deyð.
Tó er væntandi, at tann stóra fráflytingin, ið vanliga fer fram í august, togar talið nakað niðuraftur. Men tað verður bara tann eina mánaðin, tí eftir tað kemur talið skjótt uppaftur og fara teir næstu mánaðirnar við verandi gongd enn longur upp um 52-túsund.
Uppgerðin av fólkatølunum er nú trendað, so til ber at lýsa gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik – so sum ymiska gongdin í juli og august – og aðrar tilvildarligar broytingar frá einum mánað til annan. Tað ger, at vit kunnu samanbera fólkatalið mánaðarliga, hóast mánaðirnir eru ymiskir. Við trendinum kunnu vit til dømis samanbera juli og august, hóast juli er stóri tilflytimánaðurin, og august hinvegin er stóri fráflytimánaðurin.
Trendurin vísir áhaldandi fólkavøkstur
Trendurin vísir, at fólkatalið fór at vaksa aftur um ársskiftið 2013/14. Tá vóru vit á umleið 48.300 í tali. Fleiri og fleiri leggjast afturat, og vøksturin í fólkatalinum er spakuliga øktur øll hesi árini síðani tá. Á leið 75 fólk leggjast nú afturat mánaðarliga, og tann trendurin við áhaldandi fólkavøkstri tykist at halda fram.
Nettoflytingin økir um fólkatalið við eini 50 fólkum mánaðarliga
Tað eru fýra tættir, sum ávirka gongdina í fólkatalinum. Tað er tilflytingin og fráflytingin, umframt talið av føddum og deyðum.
Trendurin vísir, at fráflytingin fór at minka í seinnu hálvu í 2011, men síðani 2015 hevur hon ligið í einari fastari legu um 100 fólk mánaðarliga. Tilflytingin hinvegin er vaksin rættiliga støðugt øll árini síðani 2011 úr góðum 100 fólkum upp í 150 mánaðarliga, og tilflytingin sær út til at halda fram at vaksa.
Tilflytingin er soleiðis gingin frá fráflytingini seinnu árini, og ískoytið til fólkavøksturin frá nettoflytingini – tað er gloppið millum tilflyting og fráflyting – er nú á leið 50 fólk mánaðarliga.
Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa trendin ella gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Kámu strikurnar vísa upptaldu til- og fráflytingina mánað fyri mánað.
Burðaravlopið økir um fólkatalið við eini 25 fólkum mánaðarliga
Trendurin vísir, at talið av føddum børnum hevur ligið støðugt um 50 mánaðarliga nógvu seinastu árini, men at trendurin síðstu tvey árini gevur eina ábending um, at talið av føddum børnum nú spakuliga tykist at økjast upp í góð 60 børn mánaðarliga. Tað svarar til eitt føðital á stívliga 700 árliga, og so høgt hevur tað ikki verið síðstu 14 árini.
Talið av deyðum hevur ligið í fastari legu hesi seinastu árini og telur um 30 mánaðarliga.
Ískoytið til fólkavøksturin frá burðaravlopinum, ið er munurin millum fødd og deyð, telur tí um 20-30 fólk mánaðarliga.
Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa rákið í føðitalinum og í deyðatalinum.
Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.
Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum eru skrásett at búgva í Føroyum sambært Landsfólkaskránni.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og ímillum Føroyar og útlond.
Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.