Í sambandi við fráboðan um sjúku millum hundar úr Noregi verður mælt til, at fólk sum hava hundar, sum nýliga hava verið uttanlands, ansa serliga væl eftir. Hundarnir eiga at vera í bandi og í minst møguligan mun hava samband við aðrar hundar. Serliga umráðandi er at taka skarn upp eftir teimum. Um hundarnir gerast ússaligir, spýggja og hava blóðugt diarré, skal djóralækni kanna hann.
Tað er altíð ein ávísur vandi fyri sjúkum, tá hundar koma til Føroyar úr útlondum. Í sambandi við innflutning og ferðing skal ein hundur tí lúka ávís krøv til koppsetingar, viðgerðir, kanningar v.m., soleiðis at vandin fyri sjúkum í stóran mun avmarkast. Tó ber ikki til at veita 100% vissu fyri, at hundurin er berari av smittandi sjúku, sum ikki finst í Føroyum frammanundan og harvið bera sjúkuna til føroysku hundarnar.
Fráboðan er komin frá norskum myndugleikum um, at fleiri hundar í Noregi eru vorðnir álvarsliga sjúku, stórur partur av hundunum doyggja av sjúkuni. Nógv bendir á, at sjúkan kemst av onkrum, hundarnir hava etið heldur enn smittu. Myndugleikin í Noregi hevur kortini valt at mæla fólki til at hava hundarnar soleiðis, at møgulig smitta verður fyribyrgd.
Av hundum, sum koma úr útlandinum, kemur sera lítil partur úr Noregi. Vit vita ikki, hvørt henda sjúkan er avmarkað til Noregi, ella hon eisini er í t.d. Svøríki og Danmark – men tað er lutfalsliga lætt at flyta hundar millum hesi londini. Tí er okkara tilmæli galdandi fyri allar hundar, sum koma úr útlandinum.
Í Noregi verður arbeitt við at finna orsøkina til sjúkuna, Heilsufrøðiliga starvsstovan fylgir gongdini.
Fyri nærri upplýsingar ber til at venda sær til Birnu Mørkøre, landsdjóralækna á hfs@hfs.fo ella tlf 55 64 00.