Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Mette Frederiksen á vitjan í november

Danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen kemur á vitjan í Føroyum í komandi mánaði. Tað hava løgmaður og danski forsætisráðharrin avrátt á fundi seinnapartin.

Á fundinum í danska forsætismálaráðnum umrøddu Mette Frederiksen og Bárður á Steig Nielsen samstarvið í ríkisfelagsskapinum. Løgmaður nýtti høvi at greiða frá ætlanunum hjá samgonguni komandi fýra árini.

”Vit eru samd um at arbeiða meira miðvíst fyri at styrkja ríkisfelagsskapin. Tað er  neyðugt at lýsa stóru fyrimunirnar við einum sterkum ríkisfelagsskapi,” heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: Bárður Steig Nielsen, løgmaður, hevur verið til setanina í fólkatinginum á Christiansborg.