Home Tíðindir Nýbygningur nummar 52 handaður til Grieg Seafood í Skotlandi

Nýbygningur nummar 52 handaður til Grieg Seafood í Skotlandi

by OML

Síðsta vikuskifti handaði KJ nýbygning nr. 52 til Grieg Seafood í Skotlandi.

Tvíkiljan, sum hevur fingið navnið “Courageous”, er onnur tvíkiljan, sum Grieg Seafood fær frá KJ.

Courageous er 16m long og 8m breið, hevur 2 høvuðsmotorar upp á 410 Hk hvør, og ein 115 KVA ljósmotor.  Av deksútgerð kann nevnast ein Palfinger 50 tons/metur krani, eitt 15 tons deksspæl, ein kapstanur upp á 3 tons og tveir upp á 2 tons.

Tvíkiljan er útgjørd við koyggjum, messu, WC, arbeiðs- og klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.

Courageous legði frá landi í Fuglafirði leygardagin, og stevndi inn á Lerwick í Hetlandi eitt lítið døgn seinni.

Tvíkiljan kláraði seg sera væl í sjónum, eisini úti á opnum havi, hóast veðrið ikki var av tí besta.

 

Undirveitarar eru m.a.:

PFJ EL

Radiobúðin

Kári Jóhannesen

Gummibátatænastan

Sámal í Jógvansstovu

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.