Síðsta vikuskifti handaði KJ nýbygning nr. 52 til Grieg Seafood í Skotlandi.
Tvíkiljan, sum hevur fingið navnið “Courageous”, er onnur tvíkiljan, sum Grieg Seafood fær frá KJ.
Courageous er 16m long og 8m breið, hevur 2 høvuðsmotorar upp á 410 Hk hvør, og ein 115 KVA ljósmotor. Av deksútgerð kann nevnast ein Palfinger 50 tons/metur krani, eitt 15 tons deksspæl, ein kapstanur upp á 3 tons og tveir upp á 2 tons.
Tvíkiljan er útgjørd við koyggjum, messu, WC, arbeiðs- og klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.
Courageous legði frá landi í Fuglafirði leygardagin, og stevndi inn á Lerwick í Hetlandi eitt lítið døgn seinni.
Tvíkiljan kláraði seg sera væl í sjónum, eisini úti á opnum havi, hóast veðrið ikki var av tí besta.
Undirveitarar eru m.a.:
PFJ EL
Radiobúðin
Kári Jóhannesen
Gummibátatænastan
Sámal í Jógvansstovu