Í juli vóru stívliga 28.150 løntakarar í Føroyum. Tað eru knappliga 650 fleiri í mun til juli-mánað í fjør. Tað er fyrstu ferð, at løntakaratalið er farið upp um 28.000. Juli er vanliga tann mánaðurin í árinum við flest løntakarum.
Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísir, at fleiri løntakarar framvegis leggjast afturat løntakaraskaranum.
Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini.
Í juli vóru um 14.650 menn og 13.500 kvinnur í løntakaraskaranum.
(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)
Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinabólkarnar.
Í vinnugreinabólkinum almenn og onnur tænasta starvast nú gott og væl 10.000 løntakarar, í privatu tænastuvinnum knappliga 9.300, í byggivinnu og aðrari tilvirking 4.500 og í fiskivinnu og aðari tilfeingisvinnu 4.300.
Trendurin vísur, at seinasta árið hevur vøkstur verið í nærum øllum vinnugreinabólkunum, hóast ymiskur. Tó hevur lítil og eingin vøkstur verið í bólkinum privatar tænastuvinnur.
Løntakaratalið í privatu tænastuvinnunum, hevur funnið eina legu, ið telur um 9.000 løntakarar.
Dagførdu løntakaratølini við fleiri útgreinaðum tølum finnur tú í hagtalsgrunninum.
Hví eru løntakaratølini góðar tveir mánaðir afturút?
Allir persónar, sum fáa løn tann uppgjørda mánaðin, verða taldir við sum løntakarar. Hjá summum starvsbólkum eru lønargjaldingarnar tó meira óregluligar enn hjá øðrum starvsbólkum, eitt nú hjá sjófólki. Tí vera teir persónar, sum onga løn fáa uppgjørda mánaðin, men hava fingið løn útgoldna bæði mánaðin fyri og eftir, taldir við sum løntakarar í uppgjørda mánaðinum. Tað hevur við sær, at løntakarauppgerðin gerst tveir mánaðir forskotin, so staðfestast kann hvørjir av hesum persónum skulu teljast við og ikki í uppgjørda mánaðinum.
Stutt um løntakarar
Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í løntakaratalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.