Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Føroyska makrelkvotan í 2020 verður 116.188 tons

Ann Kristin Westberg, norskur samráðingarleiðari, Fabrizio Donatella, formaður og ES samráðingarleiðari og Herluf Sigvaldsson, føroyskur samráðingarleiðari.

Strandarlondini Føroyar, ES og Noreg hava í dag undirritað semju um fiskiskapin eftir makreli fyri 2020. Semjan er gjørd innanfyri karmarnar á Makrelsemjuni frá 12. mars 2014 í London, sum var longd í Bergen 29. november 2018.

Sambært semjuni, sum varð undirritað í dag, verður mest loyvda veiða (MLV) 922.064 tons í 2020. Føroyska makrelkvotan verður sostatt 116.188 tons í 2020 samsvarandi býtislyklinum í Makrelsemjuni frá 2014.

Við samráðingarlok í dag avhendi ES formansskapin fyri strandarlandasamráðingarnar um makrel til Noreg.

Semjan kann lesast her.

Mynd: Ann Kristin Westberg, norskur samráðingarleiðari, Fabrizio Donatella, formaður og ES samráðingarleiðari og Herluf Sigvaldsson, føroyskur samráðingarleiðari.