Talan er um grundøki á uml. 8.600 m2, sum liggur í øki B1, ið er ídnaðarøki sunnanfyri bátahylin á Borðoyarvík.
Looknorth hevur verið í støðugari menning seinnu árini. Í 2011 varð virkið bygd út, soleiðis at tað gjørdist tvífalt so stórt, sum tað hevði verið frammanundan. Nú er so ítøkiligar ætlanir um ein nýggjan bygning á nýggja vinnuøkinum við Borðoyarvík. Sostatt verður nýggi bygningurin nærum aftur tvífalt so stórur sum núverandi virkisbygningur, góðar 4,500 m2.
Árni Skaale, eigari og stjóri, sigur, at tey arbeiða alla tíðina við at menna nýggjar framleiðslur og vørur. Nýggja virkið fer at skapa góðar fortreytir fyri víðari menning av virkseminum.
Árni Skaale vann heiðurin sum ársins íverkseti í 2017, og kann tað framhaldandi staðfestast, at Looknorth er frammarliga, tá tað snýr seg um, at fara undir nýggjar verkætlanir.
Í hesum døgum er J & K Petersen í ferð við at útstykkja 15.000 fermetrarnar til nýtt vinnuøki, sum skal standa liðugt komandi ár. Í næstum fer Klaksvíkar kommuna at bjóða út fleiri vinnuøki við Borðoyarvík.
Tummas Lervig, formaður fyri Havna- og vinnunevndina, er fegin um, at vinnufyritøkur í býnum vilja byggja nýtt og trúgva uppá framtíðina.
– Vit gleðast um, at hendan avtalan í dag er undirskrivað, tí hetta er bert byrjanin til nýggja vinnuøki hjá Klaksvíkar kommunu, sum í næstum fer at útvega enn fleiri vinnuøkið við Borðoyarvík, sigur Tummas Lervig.