Klaksvíkar kommuna hevur í eina tíð arbeitt við at fyrireika eina nýggja útstykking á Fossum í Klaksvík. Arbeiðið hevur drigið nakað út, men nú er klárt at bjóða arbeiðið út til høvuðsarbeiðstøku.
Í gjár undirskrivaði borgarstjórin, Jógvan Skorheim, avtalu um keyp av ognarpørtum á Fossum. Sostatt er klárt at fara undir arbeiðið. Útstykkingin verður gjørd í trimum byggistigum, og samlaða talið av grundstykkjum verður 91, harav 44 grundstykkir til sethús og 47 til raðhús.
Kristian Eli Zachariasen, formaður í umhvørvis- og býarskipanarnevndini, fegnast um, at arbeiðið nú kann fara í gongd, tí áhugin fyri hesari útstykkingini hevur verið sera stórur. Hendan verkætlanin ger, at Klaksvíkar kommuna framhaldandi kann vaksa, og tað gleðist eg um, sigur Kristian Eli.
Í fyrsta byggistiginum verða 19 grundstykkir til sethús og 14 til raðhús, í øðrum byggistigi verða 24 grundstykkir til sethús og í triðja byggistigi 33 grundstykkir til raðhús.
– Øll grundøkini verða gjørd byggiklár, og fer hetta at lætta um arbeiðið hjá teimum, ið keypa grundstykki.
Klaksvíkar kommuna gjørdi í septembur 2018 avtalu við SNA arkitekar um