Føroyar og Noreg eru komin ásamt um avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2020. Londini bæði vóru samd um at hækka støðið í avtaluni.
Føroyska kvotan av botnfiski í norskum sjógvi hækkar við 360 tonsum í 2020. Føroysk skip hava harvið møguleika at fiska 4.945 tons av toski, 1.100 tons av hýsu, 500 tons av upsa og 400 tons av øðrum fiskasløgum í norskum sjógvi í 2020.
Umframt kvotabýtið fáa føroysk skip atgongd at fiska 3.450 tons av toski og 300 tons av hýsu, sum eru fingin til vega í sínámillum avtaluni millum Føroyar og Russland, í norskum sjógvi.
Fyri norsk skip vóru eisini tillagingar gjørdar í kvotunum. Kvotan av longu og blálongu hækkar við 200 tonsum upp í 2.500 tons, og kvotan av brosmu hækkar við 79 tonsum upp í 2.000 tons. Kvotan av øðrum fiskasløgum verður 800 tons, og hon er óbroytt. Kvotan av upsa hjá norskum skipum í føroyskum sjógvi, ið var 100 tons, verður strikað.
Makrelkvotan, sum Noreg fær frá Føroyum, hækkar við umleið 600 tonsum í 2020 upp í 6.600 tons, meðan atgongdin hjá norskum skipum at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi í 2020 verður óbroytt á 30.000 tons.
Andras Kristiansen var samráðingarleiðari fyri Føroyar, og Ingrid Vikanes var samráðingarleiðari fyri Noreg. Tey skrivaðu undir avtaluna millum Føroyar og Noreg á Bryggjubakka í Tórshavn seinnapartin týsdagin 17. desember.