Støðug framgongd og inntøkuvøkstur eyðkennir okkara kommunu, og er framhaldandi menning hjártamál hjá øllum býráðnum. Nú fíggjaraætlanin er gjørd, er hugaligt at staðfesta at inntøkur kommununar fyri 2020 eru mettar til 295 millónir kr., og verða íløgurnar hjá kommununi góðar 76 milliónir kr.
Í 2020 er raksturin hjá kommuni 207,6 mió. Kr., so kommunan er í dag eitt stórt arbeiðspláss við eini 450 starvsfólkum og er kommunan eisini ein týðandi partur av búskapinum, saman við stóru arbeiðsplássinum, bæði almennum og privatum tænastufyritøkum og okkara stoltu fiskivinnu, ið eisini hevur havt eitt sera gott ár í 2019 og er hetta at gleðast um.
Kommunan hevur eitt rakstraravlop uppá góðar 87 milliónir krónir og er tað hugaligt at tað eru heilar 76,4 mió til íløgur, harav verða 10,7 mió kr. nýttar til stúðul til ymiskar verkætlanir: Húsarhaldsskúlin 2 mió. Kr, Mentunarpallurin 8 mió. Kr Nólsoyar Pálshúsið o,2 mió kr og Faktorshúsini eina hálva millión kr.
Til beinleiðis íløgur hjá kommununi eru 65,7 milliónir kr. Her kunnu nevnast vegir íløga, fastognir, spillivatnshitaskipan og kirkjugarðar 11 milliónir kr., stigabilur til sløkkiliðið 3 mió kr. Fimleikarhøll, Skúlin á Skúlatrøð og hallirnar 6,5 mió. Kr., spælipláss, rennibreyt, spæliland, Bláa skýlið, kappróðaraneyst 22,2 mió.kr.
Av øðrum íløgum kann nevnast, byggibúgving miðbýur og nýggjur barnagarður, 13 mió. Kr. Til Havna og vinnuøkið 10 mió kr. Vit kunnu fegnast um, at vit hava møguleika at byggja okkara kommunu út á øllum økjum og at vit skjótt hava eitt station / ítróttarøkið ið er eindømið fyri eina kommunu við 5.000 borgarum. Umframt eitt útbýgt stationøkið, hava vit eisini eina svimjihøll við fantastiskum vælveruøkið og skjótt verður miðdepulin eisini ríkaður við einum sera flottum spælilandi, ið fer at verða til stóra gleði hjá barnafamiljunum.
Á Borðoyarvík fer frám ein stór útbygging, ið fer at geva okkara vinnufyritøkum munandi betri karmar at virka undir, tá verkætlanin undir Hamri verður liðug, og vit eisini kunnu fara ígongd við byggistig 2 í økinum.
Somuleiðis ímyndi eg mær, at tað Norðuri í Áninum eisini verða gjørdar útbyggingar sum fara at betra um møguleikarnir hjá okkara sjóvinnufyritøkum.
Tað er mín vón, at vit fyrst í komandi árið seta ferð á útstykkingar, bæði á vestara og eystara armi, tí er tað naka ið vit mugu seta fer á, so er tað íbúðarbygging, so fólk ið ynskja at búseta seg í okkara kommunu hava góðar møguleikar at seta búgv.
Eg vóni eisini at land og kommunir og tað privata í komandi ári saman kunnu fara undir alternativa íbúðarbygging. Hetta er alneyðugt og mugu vit fáa loyst hetta so íbúðarneyðin verður loyst sum skjótast.
Vóni eisini at Løgting og KVF byrja at skilja, at kommunur eru undir sera strongum eftirlitið og kunnu ikki lána meira enn eina álýkning. Vit skulu ikki langt aftur í tíðina, tá kommunur skyldaðu fleiri álýkningar og tí er tað pura búrturvið í dag, at tosa um, at land og kommunur í felag skullu gerða íløgukarmar.
Fiskivinnukommunur mugu arbeiða skjótt tá uppgongd er, annars verða hesar kommunir fulkomuliga afturútsilgdar í mun til t.d. høvuðsstarkommuna ið altíð hevur nógvar, tryggar og støguar inntøkur, óansæð hvussu tað gongur í fiski- og alivinnuni.
Tá í Klaksvíkar kommuna hevur sett verkætlanir ígognd og kontraktir eru gjørdar, so venst ikki aftir, og tað er bara ein vegur at skapa eina vinnarakommunu og tað er at hava visiónir og dirvi til at dríva á, tá møguleikar eru til tess.
Í samfelagnum síggja vit stóra framgongd á flest øllum økjum, við framhaldandi lágari rentu, lágum oljuprísum, nokk av fiski og góðir fiska- og laksaprísir kann góða gongdin vónandi halda áfram nøkur ár afturat.
Kommunan hevur eina sera trygga fíggjarliga tilbúgvingarætlan og er tað so sera positivt, at vit hava hópin av tilboðum í okkara býið. Skoytibreyt, livandi miðbý, ítróttarhallir, fáa rennibreyt og útbýgd stationøkið, Mentunarhús, bátasavn v.m. . Fáa meiri uppland til vinnuna, útstykkingar í komandi árið, nýtt vinarbýarsamstarv við Skt. Pætursborg, jú sanniliga ein positiv tíð hjá okkara kommunu og landi sum heild.
Eg vil at enda ynskja øllum eini Gleðilig jól og eitt av Harranum signað Nýggjár.
Óli M. Lassen