Jógvan Skorheim og Vladimir Omelnitski, borgarstjórar í ávíkavist Klaksvík og Pushkinsky í Skt. Pætursborg, skrivaðu fyri løtu síðani undir vinarbýaravtalu millum kommunurnar báðar.
– Hetta er serliga hugsað sum eitt samband til ein av størstu marknaðunum hjá fleiri av teimum vinnlívsfyritøkunum, sum vit hava í kommununi. Hetta kann lata upp fyri nýggjum møguleikum og kann eisini gera tað lættari at samskifta við myndugleikar, tá ið møguleikar stinga seg upp, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.
Borgarstjórin leggur aftræt, at Skt. Pætursborg er kent fyri at vera ein mentanarbýur, og tí er upplagt at vit eisini troyta møguleikarnar við at samstarva um ymiskt, sum kann gagna mentanarlívinum í býnum báðum.
Fleiri myndir sýggjast her