Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, sum eisini er landsstýriskvinna í familjumálum, hevur gjørt av at broyta vígslusskjølini, frá maki 1 og maki 2, til maður og kvinna.
Og hjá samkyndum frá maki 1 og maki 2 til kvinna og kvinna ella maður og maður.
Tað er Familjufyrisitingin, um fer at umsita skjølini, og vígslumyndugleikar kring landið skulu tí venda sær til Familjufyrisitingina, tá brúk er fyri fleiri eintøkum av vígsluskjølum.
Vígsluskjølini umfata m.a. Hjúnalagsváttan, Eftirkanningarbók, Vígslubræv og Altjóða Hjúnabandsváttan.