Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri fjórða ársfjórðing 2019 var 415,3 milliónir krónur. Samlaða tøkan var 25,9 túsund tons í kruvdari vekt, harav 17,9 túsund tons vórðu tikin í Føroyum og 7,9 túsund tons í Skotlandi. Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 374,9 milliónir krónur. Góða prísgongdin á altjóða laksamarknaðinum og økta tøkan í Føroyum betraðu um rakstrarúrslitið hjá aligeiranum. Liðugvøruframleiðslan hevði eitt rakstrarúrslit á 36,6 milliónir krónur, og rakstrarúrslitið av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri var 57,7 milliónir krónur.
- oktober 2019 keypti Bakkafrost meginpartin av The Scottish Salmon Company (SSC) í Skotlandi. Frá hesum degi at rokna er SSC ein partur av Bakkafrost samtakinum, og skulu roknskapartølini frá SSC frá hesum degi roknast við í samlaða roknskapin hjá Bakkafrost samtakinum. Hettar merkir, at øll tey nevndu roknskapartølini í hesum tíðindaskrivi eisini umfata SSC – uttan so, at tað er greitt frámerkt. Roknskapartøl frá SSC, ið viðvíkja tíðarskeiðum áðrenn keypsdagin, eru ikki við í samlaðu roknskapartølunum hjá Bakkafrost samtakinum.
Úrslitið eftir skatt fyri fjórða ársfjórðing hjá Bakkafrost samtakinum var 219,5 milliónir krónur í mun til eitt hall á 6,6 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Fyri alt árið 2019 var úrslitið hjá samtakinum eftir skatt 801,9 milliónir krónur í mun til 960,3 milliónir árið fyri.
Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:
„Sum heild eru vit væl nøgd við árið. Byrjanin av hesum ársfjórðinginum var merkt av høgum útboði av smáum laksi. Hetta ávirkaði marknaðarprísirnir í stóran mun, og tískil var laksaprísurin undir trýsti. Hetta broyttist ígjøgnum ársfjórðingin. Eftirspurningurin eftir laksi øktist í stórum, og prísurin hækkaði munandi.
Lívfrøðiliga gongdin var sum heild sera góð og laksurin metstórur. Hetta sæst aftur í søluni og rakstrarúrslitinum fyri ársfjórðingin. Nýggja smoltstøðin á Strond økir alsamt um framleiðsluna og kemur frá nú av at hava ein týðandi leiklut í okkara virksemi. Vit fegnast eisini um góða úrslitið hjá liðugvøruframleiðsluni fyri ársfjórðingin.
2019 hevur verið eitt hendingaríkt ár hjá Bakkafrost. Eisini hava vit tikið eitt risastig inn í eitt nýtt landafrøðiligt øki við keypinum av skotsku alifyritøkuni SSC, og økir hetta munandi um virksemið hjá Bakkafrost samtakinum. Keypið av SSC gevur okkum nýggjar og spennandi møguleikar, men vit ásanna, at tað fer at taka tíð, áðrenn vit veruliga fáa ágóðan av teimum íløgum, vit ætla at gera í skotsku alingina. Vit eru tó sannførd um, at hetta er møguligt saman við dugnaligu starvsfólkunum, vit hava, bæði í Føroyum og í Skotlandi.“
Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 338,3 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing 2019 samanborið við 204,4 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing í fjør. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarúrslit á 18,1 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing 2019. Samlaða tøkan í fjórða ársfjórðingi fyri aligeiran í Føroyum og Skotlandi var 25.855 tons í kruvdari vekt. Harav vórðu 17.930 tons tikin í Føroyum í mun til 12.234 tons sama ársfjórðing í fjør, og 7.925 tons vórðu tikin í Skotlandi. Samlaða tøkan fyri alt árið 2019 var 65.109 tons í kruvdari vekt: 57.184 tons í Føroyum og 7.925 tons í Skotlandi.
Tilsamans vórðu 10,7 milliónir smolt sett út í fjórða ársfjórðingi í mun til 3,3 milliónir smolt í sama ársfjórðingi í fjør. 5,0 milliónir av hesum vórðu sett út í Føroyum og 5,7 milliónir smolt í Skotlandi. Samanlagt vórðu 18,3 milliónir smolt sett út í 2019 – 12,7 milliónir í Føroyum og 5,7 milliónir í Skotlandi. Til samanbering vórðu 12,5 milliónir smolt sett út í Føroyum í 2018.
Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarúrslit á 36,6 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing 2019 í mun til 3,3 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Fyri alt árið 2019 var rakstrarúrslitið 63,7 milliónir í mun til eitt hall á 22,4 milliónir í fjør.
Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í fjórða ársfjórðingi 2019 var 57,7 milliónir krónur samanborið við 60,4 milliónir krónur fjórða ársfjórðing í fjør. Fyri alt árið 2019 var rakstrarúrslitið, EBITDA, 275,8 milliónir í mun til 254,3 milliónir í fjør.
- september 2019 gjørdi Bakkafrost eina bindandi avtalu um at keypa 68,6% av partabrøvunum í The Scottish Salmon Company (SSC). Avtalan varð endað 8. oktober 2019. Í fjórða ársfjórðingi 2019 hevur Bakkafrost keypt enn fleiri partabrøv, og samlaði ognarluturin í SSC var við ársenda 95,6%.
SSC er næststørsta alifyritøkan í Skotlandi og hevur 60 aliøkir á vestursíðuni av Skotlandi og Hebridunum. SSC er ført fyri at ala 50.000 tons av laksi árliga og tók 33.799 tons av kruvdum laksi í 2019, ið vórðu seldi til 21 lond. SSC hevur ment fleiri leiðandi vørumerki so sum Native Hebridean Salmon, Tartan Salmon Label Rouge og Lochlander Salmon. 651 fólk starvast hjá SSC.
Bakkafrost valdi at hækka partapeningin í sambandi við keypið av SSC, og tí varð ikki neyðugt at økja munandi um lánsbyrðuna hjá Bakkafrost.
Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 1.018,7 milliónir krónur við endan á fjórða ársfjórðingi 2019 í mun til 495,5 milliónir krónur við ársenda 2018. Bakkafrost hevði 2.470,0 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan á fjórða ársfjórðingi 2019.
Á ársaðalfundinum, sum verður fríggjadagin 3. apríl 2020, fer nevndin at skjóta upp, at 8,31 krónur verða goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabræv.
ÚTLIT
Marknaður
Sambært Kontali Analyse eru seinastu metingarnar, at altjóða útboðið av laksi øktist umleið 3% í fjórða ársfjórðingi 2019 í mun til fjórða ársfjórðing 2018.
Vøksturin í altjóða tøkuni av laksi í fyrsta ársfjórðingi 2020 verður mettur til áleið 1% samanborið við fyrsta ársfjórðing 2019. Vøksturin í altjóða tøkuni av laksi fyri 2020 verður mettur til umleið 4% samanborið við 2019.
Aling
Útlitini fyri alingina í Føroyum eru góð. Tøkumeting og útseting av smolti eru altíð tengdar at ávísari óvissu, m.a. lívfrøðiligu gongdini. Nógvir møguleikar eru fyri at betra um alingina í Skotlandi, men hetta fer at taka tíð at broyta. Bakkafrost setir áhaldandi lívfrøðiliga váðan í miðdepilin og hevur gjørt fleiri nýggjar íløgur og mannagongdir, sum skulu minka um váðan.
Bakkafrost leggur stóran dent á bert at nýta lúsaniðurberjing við mekaniskari viðgerð. Hettar merkir, at laksurin annaðhvørt verður spulaður við sjógvi ella sleppur at svimja í feskvatni. Tískil eru gjørdar stórar íløgur í skip, tøkni og útgerð til mekaniska viðgerð og til mekaniska reinsan av nótum. Í farna árið hava manningarnar hjá Bakkafrost, sum fáast við hetta burturav, fingið enn størri kunnleika og royndir við hesum umhvørvisvinarligu viðgerðarhættum, og hvussu fiskavælferðin kann betrast enn meira.
Dygdin á smoltinum er eisini hækkað munandi, og strategiin við størri smolti og mekaniskari lúsaniðurberjing virkar nú væl í Føroyum. Bakkafrost fer at víðka hesa strategi til eisini at umfata alingina í Skotlandi.
Samanumtikið hevur lívfrøðiliga gongdin í alingini í Føroyum verið góð í 2019 við góðum vøkstri og lágum felli.
Tøkumetingin hjá Bakkafrost fyri 2020 er 57.000 tons av laksi í kruvdari vekt í Føroyum og 35.000 tons í Skotlandi. Aligeirin í Skotlandi hevur gjørt avtalu um sølu av umleið 32% av ætlaðu tøkuni í Skotlandi í 2020.
Í 2020 verður samlaða útsetingin av smolti hjá Bakkafrost væntandi 15,0 milliónir smolt í Føroyum og 10,7 milliónir smolt í Skotlandi. Til samanbering var útsetingin í Føroyum 12,7 milliónir smolt í 2019 og 12,6 milliónir í 2018. Í Skotlandi var útsetingin 12,4 milliónir smolt í 2019 og 8,6 milliónir í 2018.
Liðugvørur
Bakkafrost hevur gjørt avtalu um sølu av liðugvørum fyri umleið 40% av væntaðu føroysku tøkuni í fyrsta ársfjórðingi 2020 og 30% av samlaðu føroysku tøkuni í 2020. Sølusáttmálarnir eru til fastan prís og eru millum 6 og 12 mánaðir til longdar.
Mjøl, lýsi og fóður
Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið hjá ICES av svartkjafti fyri 2020 er 1.162 túsund tons, sum er ein hækking á 2% samanborið við 2019.
Framleiðslan av fiskamjøli og lýsi fyri 2020 verður væntandi lægri enn í 2019. Væntaða samlaða sølan av laksafóðri í 2020 er hækkað og verður mett til 110.000 tons.
Meginparturin av fóðursøluni er til føroyska marknaðin, íroknað nýtsluna hjá Bakkafrost.
Íløgur
Íløguætlanin hjá Bakkafrost fyri tíðarskeiðið frá 2020 til 2022 er áljóðandi 1,8 milliardir krónur, íroknað viðlíkahaldsíløgur, men ikki íroknað íløgur í The Scottish Salmon Company. Endamálið við íløguætlanini er framhaldandi at lækka lívfrøðiliga váðan, økja um virkisførið og skapa burðardyggan vøkstur, so árliga framleiðslan hjá Bakkafrost í Føroyum sum frálíður verður 100.000 tons í kruvdari vekt. Strategiin at framleiða størri smolt er ein týdningarmikil partur av hesi ætlan.
Afturat íløguætlanini í Føroyum ætlar Bakkafrost at gera árligar íløgur fyri umleið 350 milliónir krónur í Skotlandi tey næstu 5 árini.
Fíggjarliga støðan
Útlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti av kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møguleikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar og góð bankafígging geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at fremja stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.
Í triðja og fjórða ársfjórðingi 2019 hækkaði Bakkafrost partapeningin við tilsamans 5.142 milliónir krónum. Hettar varð gjørt í sambandi við keypið av SSC, sum sostatt kundi fíggjast uttan at hækka bankafíggingina munandi.
Afturat hesum hevur Bakkafrost endurfíggjað samtakið við 352 milliónum EUR til føroyska virksemið, umframt møguleika til 150 milliónir EUR í eykafígging um neyðugt. Afturat hesum er virksemið í Skotlandi fíggjað við 100 milliónum GBP.
Um Bakkafrost:
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemið er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi. Harumframt er farið undir at byggja eitt biogassverk í Streymoy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og sølu- og umsiting er eisini í Grimsby, Edinburgh og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.510 starvsfólk (ársverk).