Hetta segði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í javnstøðumálum, millum annað í sofakjaki í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld á altjóða kvinnudegnum, 8. mars.
Landsstýriskvinnan tók lut í sofakjaki undir yvirskriftini Arbeiðsmarknaður, samfelagsábyrgd og barsil til menn.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur segði, at nógvir fyrimunir eru, tá páparnir taka størri part av barnsburðarfarloyvinum.
Vit eiga at eggja monnum til at fara í barsil, tí vit vita, at tað er betri fyri alla familjuna.
Hon heldur, at sum útgangsstøði skulu vit lata foreldrini sjálvi ráða fyri, hvør tekur størsta partin av barnsburðarfarloyvinum men staðfesti samstundis, at her skal ein hugburðsbroyting til.
Vit skulu lýsa hetta økið betur. Kanska gera eina almenna lýsingarkampanju, har vit greiða frá, at tað veruliga loysir seg, at bæði foreldur taka lut í barnsburðarfarloyvinum. Og greiða frá, hvussu gott tað er fyri sambandið við barnið og enntá fyri sambandið við makan. Á henda hátt vænti eg, at flestu pápar fara at krevja sín part av barnsburðarfarloyvinum, heldur landsstýriskvinnan.
At enda nýtti Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir høvið til at koma við einari áheitan á føroysku kvinnurnar:
Haldið tykkum til og takið við teimum avbjóðingum, sum eru. Farið eisini eftir teimum góðu størvunum. Vit kvinnur eru bestemt ikki minni dugnaligar, enn menn, var boðskapurin hjá landsstýriskvinnuni í javnstøðumálum.