Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Serskipan fyri barnaansing

Savnsmynd Tinganes 24.fo

Í gjár var boðað frá, at allir næmingar skulu vera heima við hús skjótast til ber og í seinasta lagi frá mánadegnum 16. mars at rokna. Hetta hevur havt við sær, at longu í dag er at kalla eingin skúlagongd. Tað sama er galdandi fyri dagstovnar og frítíðarskúlar, sum kommunurnar hava ábyrgd av.

Hesi ógvusligu stig verða tikin, tí smittan breiðir seg skjótt. Serliga har nógv fólk eru saman so sum í einum skúla ella dagstovni. Tí er tað ómetaliga týdningarmikið, at hildið verður fast í, at bæði starvsfólk og børn skulu vera heima, so smittuvandin gerst so lítil sum gjørligt. Tað er týdningarmikið, at skúli og stovnar kunna foreldrini um, at hesi stig eru tikin fyri at verja okkum øll ímóti smittuni, og besta verjan er, at vit koma so lítið saman sum til ber.

Í fráboðanini í gjár varð eisini víst á ta skyldu, sum skúlar og stovnar mugu taka á seg viðvíkjandi teimum børnum hvørs foreldur røkja serliga avgerandi arbeiði.

Tað er týdningarmikið at samfelagið ikki steðgar upp, og at vinnuligt virksemi sleppur at halda fram so ótarnað sum til ber. Tað snýr seg um flutning, handilsvinnu, útflutningsvinnu, avgerðandi samfelagsveitingar, so sum samskifti, ruskkoyring og elveiting o.s.fr. Her hava skúlar, fritíðarskúlar og dagstovnar eina skyldu, so samfelagið fær virkað so ótarnað, sum til ber.

Dagstovnar, skúlar og frítíðarskúlar taka ímóti børnum upp til 3. flokki, tá ið foreldur onga aðra loysn hava enn at senda børn síni skúla ella stovn.