Landslæknin boðaði í gjár tveimum starvsfólkum í Mylnuhúsinum frá, at tey vóru testað positiv við Covid-19 smittuni. Talan er um starvsfelagar hjá námsfrøðinginum, sum varð staðfest smittað hósdagin í farnu viku.
Eftir tilmæli frá serkunnleika landsins, vórðu tey flestu av starvsfólkunum í Mylnuhúsinum sett í sóttarhald hósdagin, og tískil hava hesi ikki verið í samband við onnur síðani hósdagin. Tað sama er galdandi fyri fleiri av børnunum í Mylnuhúsinum, sum hava verið í sóttarhaldi síðan fríggjadagin.Øll foreldur í Mylnuhúsinum eru kunnað um støðuna og hava fingið boð um at vera heima, til nærri boð koma frá Landslæknanum um, hvør møguliga skal í sóttarhald afturat.
Landslæknin tekur sær nú av málinum og tí, sum víðari skal henda fyri at fyribyrgja, at fleiri verða smittað.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur, at kommunan tekur hetta í størsta álvara.
– Tilburðirnir í gjár vórðu staðfestir hjá fólki, sum longu vóru í sóttarhaldi. Sostatt hevur smittan sannlíkt breitt seg minni, enn hon annars kundi gjørt. Tí hevur tað sera stóran týdning at vit taka ásetingarnar um sóttarhald í størsta álvara og virða tær ásetingar og á tann hátt avmarka smittuvandan. Soleiðis hjálpa vit hvørjum øðrum á ein skilagóðan hátt, sigur Jógvan Skorheim.
Trý starvsfólk í Mylnuhúsinum í Klaksvík smittað av Covid-19
previous post