Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Klaksvíkar kommuna fult viðhald frá kommunala eftirlitinum um veghæddina á Biskupstorgi

Loksins er avgerð komin frá kommunala eftirlitinum viðvíkjandi keypinum hjá Klaksvíkar kommunu av veghæddini og kjallaranum í bygninginum á Biskupstorgi. Úrslitið er, at kommunan fær fult viðhald frá myndugleikunum.

– Hetta er tað, sum vit alla tíðina hava væntað, men tað er kortini ein stór gleði, at ein niðurstøða endiliga er komin, so vit kunnu fara í gongd við ætlaða virksemið í veghæddini á Biskupstorgi, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Talan er um eitt mál, sum hevur ligið hjá eftirlitinum í langa tíð og hevur seinkað víðari menningini av økinum á Biskupstorgi, har ætlanin er at leiga tey høli út til vinnurekandi, sum ikki longu skulu brúkast av kommununi. Í næstum verða hesi høli boðin fram.

– Frágreiðingin hjá eftirlitinum er víðfevnd og breið, og um tað allar mesta eru vit púra samd. Viðvíkjandi luttøkuni hjá kommunum í bygging saman við Bústøðum eru vit tó ikki heilt samd, men í málinum um veghæddina og kjallaran í Biskupstorgi fegnast vit bara um, at kommunala eftirlitið endiliga er komið til tí niðurstøðuna við veghæddini, sum Klaksvíkar kommuna gjøgnum langa tíð hevur víst á, staðfestir Jógvan Skorheim, borgarstjóri.