Føroyingar skulu venja seg við, at fjarskifti í framtíðin verður ein inngrógvin partur av trygdarpolitikki. Hetta merkir ítøkiliga, at undirstøðukervið á fjarskiftisøkinum í størri mun verður tengt at trygdar- og verjumálum.
Í hesum sambandi heldur løgmaður, at tað verður neyðugt at fara undir at greina spurningin nærri. Vit eiga at umhugsa at gera lóggávu, sum skal tryggja, at tær fyritøkur, sum fáa atgongd til okkara undirstøðukervi á fjarskiftisøkinum, eru veitarar, sum vit kunnu kenna okkum trygg við.
Tá ið fjarskifti í Føroyum er eitt yvirtikið málsøki, hava løgmaður og danski forsætisráðharrin verið í tøttum samskifti um nýggju tvørgangandi lóggávuna. Partarnir eru samdir um at arbeiða saman um at fyrireika nýggja lóggávu á økinum.
“Tað er avgerandi, at okkara undirstøðukervi er trygt. Vit ætla at gera okkara til, at nýggja lóggávan veitir okkum neyðuga tryggleikan. Eisini ætla vit at leggja upp fyri, at talan er um eitt yvirtikið øki, sum tó í einum stórpolitiskum høpi kann gerast ein trygdar- og verjupolitiskur spurningur, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.