Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, fer nú í Løgtingið við einum hjálparpakka til ferðavinnuna.
Samstundis er greitt, at tann 15. juni ber aftur til at ferðast millum Føroyar og Ísland, og enn meira ferð verður sett á ferðsluna innanhýsis í ríkisfelagsskapinum, tað vil siga millum Føroyar, Danmark og Grønland, uttan at fólk skulu í sóttarhald í 14 dagar.
Við tíðini fara fólk úr enn fleiri londum at kunna ferðast til londini í ríkisfelagsskapinum.
– Føroyar lata nú upp mótvegis útheiminum, og tað fer helst at bøta um smeitin, sum føroyska ferðavinnan hevur verið fyri, men koronakreppan hevur undir øllum umstøðum verið ein harður stoytur fyri ferðavinnuna, sum var til reiðar at taka ímóti metnógvum útlendskum ferðafólkum í ár, sigur landsstýrismaðurin.
Ferðavinnan er ein fjølbroytt vinna. Nakrir partar kunnu skjótt byggjast uppaftur, meðan aðrir partar kunnu missa virðismikla vitan og sambond, ið tekur drúgva tíð at byggja uppaftur.
– Vitanin og sambondini út í heim eru avgerandi fyri, at vinnan kann skjótt koma upp í ferð, tá ið ferðavinnan av álvara fer at taka dik á seg aftur, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður.
Í hjálparpakka 3 eru tvey ítøkilig og munagóð átøk fyri ferðavinnuna. Ferðavinnufyritøkur kunnu fáa endurgjald fyri ein part av føstum útreiðslum, og Framtaksgrunnurin bindur seg eisini til at brúka 30 mió. kr. í ár og næsta ár sum váðafúsan kapital til ferðavinnufyritøkur.
Stuðul til fastar útreiðslur hjá ferðavinnufyritøkum
- Ferðavinnufyritøkur kunnu fáa endurgjald fyri ein part av føstum útreiðslum sum húsaleiga, el, hiti, fjarskifti, rentur, avskrivingar og trygging
- Skipanin fevnir um fyritøkur, sum hava mist í minsta lagi 40 prosent av umsetninginum
- Fyritøkur, sum hava mist millum 40 og 60 prosent av umsetninginum, kunnu fáa 50 prosent endurgoldið
- Fyritøkur, sum hava mist millum 60 og 100 prosent av umsetninginum, kunnu fáa 75 prosent endurgoldið
- Útgjaldið fyri hvørja fyritøku og samtak er í mesta lagi 10 mió. kr. fyri tíðarskeiðið 12. mars til 30. juni 2020
- Skipanin verður mett at kosta millum 30 og 40 mió. kr.
- Treytirnir at fáa stuðul eru nøkulunda tær somu sum í hjálparpakka 2. Møguligt yvirskot skal rindast aftur, og einki vinningsbýti skal gjaldast út í 2020, 2021 og 2022.
Váðafúsur kapitalur til ferðavinnuna
- Framtaksgrunnurin bindur seg at brúka 30 mió. kr. í ár og næsta ár sum váðafúsan kapital til ferðavinnufyritøkur
- Landið avskrivar 30 mió. kr., sum landið eigur til góðar í Framtaksgrunninum
- Fer Framtak inn við ábyrgdar- ella eginpeningi í sambandi við lánifígging til fyritøkur innan ferðavinnuna, kann peningastovnur tildømis veita 75 prosent, eigarin 12,5 prosent og Framtak 12,5 prosent.
- Eitt annað hugsað dømi er, at peningastovnurin veitir 75 prosent, og Framtak 25 prosent.