Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Ferðslan á sama støði aftur

Síðani løgmaður setti samfelagið upp í ferð aftur fyri góðum mánaði síðani, er ferðslan spakuliga vaksin aftur, men tað var ikki fyrr enn í síðstu viku, at verulig ferð kom á. Hetta vísa nýggjastu ferðsluteljingarnar hjá Landsverki.
Um grækarismessutíð í ár var føroyska samfelagið sett niður í ferð fyri at forða koronusmittuni í at spjaða seg. Heitt var á allar føroyingar um í størst møguligan mun at halda seg heima við hús og eisini arbeiða heimanífrá, um tað á nakran hátt bar til. Skúlar og dagstovnar sendu samstundis børn og ung heim at verða.

Hetta sást aftur á landsvegunum, har talið av persónbilum minkaði niður í nærum eina helvt í mun til, hvat tað vanliga er. Tað vístu ferðsluteljingarnar hjá Landsverki frá ymiskum útvaldum ferðsluteljarum kring landið.

Fyri góðum mánaði síðani var ferð varisliga sett á aftur samfelagshjólini, og enn eina ferð sæst broytingin aftur í ferðsluteljingunum hjá Landsverki, sum vórðu gjørdar í tíðarskeiðnum 3. februar til 24. mai, og sum vísa ferðsluna frá mánadegi til fríggjadag á útvaldum landsvegateinum.

Tað var í endanum av mars, at persónbilaferðslan á landsvegunum minkaði við heili 45 prosentum, og ikki fyrr enn í síðstu viku var ferðslan komin á sama støði aftur, sum áðrenn koronutiltøkini vórðu sett í verk.

Tað er serliga persónbilaferðslan á høvuðsfarleiðum, sum fram við Sundi og við Áir, ið nú er við at verða tann sama aftur. Ferðslutelingarnar fyri Leitisrætt í Vágum, sum er ferðslan til og av flogvøllinum, vísa hinvegin, at ferðslan har ikki er komin upp aftur á sama støði enn. Flogferðslan til og úr Føroyum er framvegis avmarkað, og hetta sæst týðiliga aftur í ferðsluni til og av fløgvøllinum.

Samanborið við persónbilaferðsluna hevur lastbilaferðslan ikki verið so nógv merkt av koronutiltøkunum. Talið av lastbilum fram við Sundi var nærum óbroytt alt tíðarskeiðið, og tað má sigast at vera eitt gott tekin um, at hóast nógv fólk vóru heima, hevur kortini verið gongd í nógvum virksemi hesa tíðina.

Her síggjast ferðsluteljingar frá útvaldum støðum í landinum í tíðarskeiðnum 03. februar – 24. mai 2020. Tað sæst týðiliga, at persónbilaferðslan minkar munandi frá 12. mars og serliga í endanum av mars, tá fólk vóru heima fyri at fyribyrgja spjaðing av koronusmittuni, og kom ikki heilt á sama støði aftur fyrr enn í síðstu viku. Eisini sæst, at lastbilaferðslan ikki er minkað eins nógv og persónbilaferðslan.

O