Eru einar Koronafríar Føroyar ikki ein góð søluvøra?
Mæli til, at uppsagnirnar av øllum fólkum hjá AA og FAE verða trektar aftur beinanvegin. Og at politiski myndugleikin tryggjar óbroytt tal av starvsfólkum til grækarismessu komandi ár. Tá síggjast betri langtíðaravleiðingar av Coronafarsóttini. Og tá kunnu neyðugar tillagingar gerast. Helst verður tað ikki neyðugt, tí alt tá er komið ígongd aftur.
Vit hava hoyrt búskaparfrøðingar her og uttanlanda sagt, at neyðugt er at nýta pening, ið tí støðu vit eru nú. Land og Kommunur skulu ikki bremsa, men halda arbeiðir ígongd og gera íløgur. Um tað ikki verður gjørt, so kann ein kreppa verða skapt ella gerast verri.
Tíverri síggja vit nú, at landið, umvegis almenn partafeløg, Atlantic Airways og Vága floghavn, hevur brotið sítt egna tilmæli. Vandi er tí fyri, at tað almenna gongur á odda í at skapa eina óneyðuga kreppu í ferðavinnuni.
Um AA og FAE leistur var nýttur innan onnur almenn økir var onki eftir av heilsuverki,fólkaskúla og barnagarðsøki. Tí meginparturin varð sendur heim. Øll kunnu síggja, at um tað varð gjørt, høvdu vit longu sjálvi skapt eina óneyðuga kreppu. Men ongin er uppsagdur. Tí tað er ikki skynsamt at gera tað.
Hví skulu almennu AA og FAE sleppa at skapa kreppu hjá sera mongum familjum við hópuppsagnum, ið eru óneyðugar? Hesar uppsagnir senda signaðir til alla ferðavinnu í Føroyum og uttanlanda har beinleiðis verður sagt, at ferðavinnan í Føroyum verður lokað niður komandi 2 árini. Og um tað hendur er møguliga alt fari fyri bakka. Hevur nakað áhugað í tí? Kanska.
Hinvegin kann ein tíverri hava illgruna um, at Coronafarsóttin í hesum føri verður misbrúkt til at sleppa sær av við fólk og fakfeløg. Tað kann ikki góðtakast, at tað almenna gongur á odda at leypa á fakfelagsvunnin rættindir.
Undarliga lítið hoyrist alment frá tingmanningi í Vágum. Men vónandi arbeiða tey 24 tímar um døgnið fyri at fáa tilonkisgjørt hesar uppsagnin, ið hava rakt Føroyar og serliga Vágar hart.
Fyri fáum døgum síðani var sera stórt rok um eina navnabroyting.
Bæði so og so er hetta eitt nógv størri mál.
Manning er nú til eitt flogfar hjá AA um dagin. Og til eina knappa manning um dagin á FAE frá má- fr. Hetta er heilt burtur úr vón og viti. Og luktar langan veg av eini panikloysn, ið vit minst av øllum hava tørv á nú.
Nú vit skulu lata landi uppaftur
Almenna AA og FAE
Tað signal, tað almenna, via hópuppsagnum í AA og Vága Floghavn, senda til ferðavinnuna og føroya fólk er sera skaðiligt. Um hetta ikki verður steðgað, kann tað kann merkja óneyðugar túsundtals uppsagnir aðrarstaðir í landinum. Við uppsøgnunum signalera almennu feløgini, at ongin møguleiki er fyri nakrari ferðavinnu komandi 2 árini.
Tað er negativt og skeivt.
Tí vit kunnu selja einar Coronafríar Føroyar – NÚ.
Vit kunna bjóða nakað, ið ongin annar ið heiminum kann – NÚ.
Og tað kann umsetast til bæði flogferðaseðlar og ferðavinnu – NÚ.
Eg ivist ikki í, at mong fólk í heiminum, eftir corona isolatión, hava hug at ferðast – NÚ.
Men tey hava ikki hug at fáa Corona. Tí eru Føroyar eitt upplagt ferðamál at fara til -NÚ.
Fleiri nýggj hotel og bústaðir standa klár – NÚ.
Ferðavinnan kann fara ígongd – NÚ, undir heilsuliga tryggum kørmum.
Seti fólkini í starv aftur – NÚ.
Um tað verður gjørt, so kann tað gera, at nakrar mánaðarlønir givnar út nú, koma fleirfalt innaftur frá ferðavinnuni longu í ár.
Vit hava eina topptunaða ferðavinnu, ið kann marknaðarføra seg við einum koronafríum Føroyum. Tað kann ongin annar enn vit gera.
Marjus Dam, fyrrverandi løgtingsmaður