Vit søkja eftir 3 námsfrøðingum at byrja 10.august 2020, ávíkavist
1 námsfrøðing á 40 tímar um vikuna (møguleiki fyri niðursetta tíð)
1 námsfrøðing á 30 tímar um vikuna og
1 námsfrøðing á 30 tímar um vikuna, (Starvið er
tíðaravmarkað fyri námsfrøðing í barsilfarloyvi frá 10.aug.2020 )
Arbeiðstíðin er ímillum 7.30 og 17.15
Størvini eru at arbeiða við børnum frá 0 til 6 ár
Vit vanta av tær :
· at tú kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, børn og foreldur |
· at tú hevur hug at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfeløgunum |
|
|
|
Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, lønarstig 11 / 22.
Meira fæst at vita við at venda sær til leiðaran Marjun Lassen á tlf. 455557 / 212557 ella varaleiðaran Dianu Bertholdsen á tlf. 556648
Um ongin námsfrøðingur søkjir, vera hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.
Setunarsamrøður verða í viku 26.
Skrivlig umsøkn við prógvi, ummæli, o.ø skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 17.juni 2020 kl. 12.00.
Dr. Margrethu Barnagarður
Gerðagøta 14
F0 – 700 Klaksvík
T-post margretha@margretha.fo
Tú kanst lesa meir um okkum á heimasíðuni www.margretha.fo