ÍSF og Fólkaheilsuráðið ætla at fáa føroyingar at røra seg, og røra tit tykkum nóg nógv, kunnu tit vinna eitt vikuskifti í Mykinesi, sum endar við eini rundferð kring Føroyar við tyrluni.
Rørsla í Føroyum er kapping fyri familjur, bindiklubbar, vinfólk, starvsfelagar og aðrar bólkar.
Átakið verður avgreitt í samstarvi við Sona og Pól Sundskarð.
Fyri at vera við í kappingini, skulu tit ganga fimm ymiskar bygdargøtur í juni mánaði og skráseta tær á Sona appini.
Soleiðis gera tit
- Innritið á Sona og tendrið lokalitetin
- Gangið 5 bygdagøtur í juni. (Yvirlit yvir bygdagøtur er á pol.fo)
- Kekkið Sona leypandi á túrinum, tí tað eru ymisk støð á gøtuni, har tit kunnu kekka inn.
Tey, ið ganga 5 gøtur í juni, eru við í einum lutakasti um 5.000 kr. til at ferðast fyri í egnum landi, og við í kappingini um stóra høvuðsvinningin, ið verður latin í august.
Seinni í summar koma aðrar avbjóðingar við góðum vinningum og møguleika fyri at kappast um høvuðsvinningin.
Høvuðsvinningurin er eitt vikuskifti í Mykinesi fyri fimm fólk, við øllum íroknaðum. Tyrlan flýgur vinnaran út til Mykinesar fríggjadag og kemur aftur eftir teimum sunnudag. Á veg heim aftur verið flogið til allar oyggjar á rutunetinum hjá tyrluni.
Les meira á isf.fo/rorsla