Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Rørsla í Føroyum

ÍSF og Fólkaheilsuráðið ætla at fáa føroyingar at røra seg, og røra tit tykkum nóg nógv, kunnu tit vinna eitt vikuskifti í Mykinesi, sum endar við eini rundferð kring Føroyar við tyrluni.

Rørsla í Føroyum er kapping fyri familjur, bindiklubbar, vinfólk, starvsfelagar og aðrar bólkar.

Átakið verður avgreitt í samstarvi við Sona og Pól Sundskarð.

Fyri at vera við í kappingini, skulu tit ganga fimm ymiskar bygdargøtur í juni mánaði og skráseta tær á Sona appini.

Soleiðis gera tit

Tey, ið ganga 5 gøtur í juni, eru við í einum lutakasti um 5.000 kr. til at ferðast fyri í egnum landi, og við í kappingini um stóra høvuðsvinningin, ið verður latin í august.

Seinni í summar koma aðrar avbjóðingar við góðum vinningum og møguleika fyri at kappast um høvuðsvinningin.

Høvuðsvinningurin er eitt vikuskifti í Mykinesi fyri fimm fólk, við øllum íroknaðum. Tyrlan flýgur vinnaran út til Mykinesar fríggjadag og kemur aftur eftir teimum sunnudag.  Á veg heim aftur verið flogið til allar oyggjar á rutunetinum hjá tyrluni.

Les meira á isf.fo/rorsla