Vit søkja eftir einum varaleiðara 40 tíma viku. (møguleiki er fyri færri tímum) at byrja 10.august 2020 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er vanliga ímillum 7.30 og 17.15
Sum varaleiðari ert tú partur av dagligu leiðsluni á stovninum. Tínar arbeiðsuppgávur eru saman við leiðaranum, at leggja arbeiðsætlan, gera lønir og annað skrivstovuarbeiði umframt at taka lut í tí námsfrøðilgu menning av stovnunum. Møguliga er eisini talan um at hava leiðsluábyrgd av einum parti av stovnium. Talan er um eitt mennandi og avbjóðandi leiðslustarv.
Drotning Margrethu Barnagarður er ein sjálvsognarstovnur, normeraður til 115 børn í aldrinum 0 til 6 ár.
Vit vanta av tær :
· at tú kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, børn og foreldur |
· at tú hevur hug at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfeløgunum |
|
|
|
Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, lønarstig 13 / 22 – 21 / 35
Meira fæst at vita við at venda sær til leiðaran Marjun Lassen á tlf. 455557 / 212557 ella varaleiðaran Dianu Bertholdsen á tlf. 556648
Skrivlig umsøkn við prógvi, ummæli, o.ø skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 17.juni 2020 kl. 12.00.
Dr. Margrethu Barnagarður
Gerðagøta 14
F0 – 700 Klaksvík
T-post margretha@margretha.fo
Tú kanst lesa meir um okkum á heimasíðuni www.margretha.fo