Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Nema keypir Synack

Savnsmynd 24.fo

Fyri at styrkja okkara førleikar á KT-økinum hava vit keypt fyritøkuna Synack. Hetta er liður í at røkka málinum at gerast fremsti veitari av KT- og samskiftisloysnum og tænastum til fyritøkur og stovnar í Føroyum.

Synack er ein av fremstu fyritøkunum í Føroyum til at ráðgeva um og reka KT-infrakervi. Felagið hevur 80 kundar, harav er ein partur uttanfyri Føroyar. Synack varð stovnað í 2012 og hevur í dag 8 starvsfólk.

Synack er ein fyritøka við sera sterkum førleikum, royndum og tøkniligum serkunnleika. Synack virkar á sama marknaði sum vit, og samanleggingin fer at styrkja okkara møguleikar at veita tænastur innan KT-infrakervi. Her eru heilt nógv synergi og fyrimunir við at savna hesar báðar fyritøkurnar. Synack er umboð fyri tøkniligar loysnir, sum enn ikki hava verið gagnnýttar nóg nógv í Føroyum. Vit gleða okkum at greiða tykkum nærri frá hesum, tá høvi býðst.

Starvsfólk og virksemi í Synack verða partur av Tænastudeildini í Nema.
Samanleggingin fær ongan praktiskan týdning fyri tykkum sum kundar – annað enn at vit styrkja um okkara KT-ráðgeving og tøkniligar førleikar, ið vónandi kunnu koma tykkum til góðar.

Gudny Langgaard, stjóri í Nema