Home VinnutíðindiHandil & Tænasta Útleigan av matstovu- og handilshølum við Biskupstorg

Útleigan av matstovu- og handilshølum við Biskupstorg

by OML

Veghæddin í bygninginum við Biskupstorg, við tilhoyrandi goymsluhølum í undirhæddini, sum liggur í hjartanum av nýggja miðbýnum í Klaksvík, verður við hesum bjóðað út at leiga til eitt samlað konsept av 4-6 sølustøðum, ið skal vera við til at skapa fjølbroytt lív og virksemi í miðbýnum.

Stutt um nýggja miðbýin:

Byggingin í hjartanum av nýggja miðbýnum fer við tíðini at fevna um fleiri spennandi bygningar, torg, bryggjukantar v.m. Fyrsta byggingin á økinum er stóri bygningurin við Biskupstorg við 30 íbúðum, veghædd til kommunalt virksemi, umframt handils- og matstovuvirksemi og eina undirhædd til tøkni og goymsluendamál, bæði hjá íbúðunum, kommununi og virkseminum í veghæddini.

Ein annar partur er sjálvt Biskupstorg, sum verður karmur um nógv virksemi og afturvendandi tiltøk, ið skapa lív, trivnað og hugna fyri borgararnar, og sum eisini skal draga onnur vitjandi til býin, og soleiðis geva meir lív og virksemi til allan býin.

Endamálið við leiguhølunum á veghæddini, sum við hesum verða lýst leys at leiga, er at vera karmur um eina hóskandi samanseting av leigumálum á veghæddini í Biskupstorgi, har viðkomandi handlar og matstovur v.m. eru sínamillum komplementerandi, eins væl og teir geva býnum sum heild eina størri atdráttarmegi.

Við støði í hesum verða niðanfyristandandi høli hjá Klaksvíkar kommunu á veghæddini við Biskupstorg lýst leys at leiga út til eitt samlað konsept við hesum treytum:

 

Hølisviðurskifti:

  • Parturin hjá Klaksvíkar kommunu av veghæddini er íalt umleið 830 m2 til víddar
  • Afturat koma umleið 100 m2 av goymsluhølum í undirhæddini
  • Kunningarstova verður í sunnara/eystara enda av veghæddini, umframt almenn fríøki – samanlagt umleið 200 m2
  • Til leigu eru sostatt írestandi umleið 630 m2 av veghæddini, umframt tilhoyrandi goymsluhølir í undirhæddini
  • Leiguprísurin verður ásettur eftir galdandi marknaðarprísi
  • Kommunan ger hølini klár til nýtslu, herundir gólv, loft og vesir, sum verða staðsett við Kunningarstovuna
  • Sølustøðini skipa sjálvi síni ljósviðurskifti, tó sambært minstamørkum ásett av kommununi

Heildarútbjóðing:

  • Økið verður boðið fram sum ein samlaður pakki/konsept við leigarum fyri alla hæddina
  • Leigusáttmálar verða tó gjørdir við hvønn einstakan handil/matstovu, men sølustøðini skulu undir einum hanga saman sum konsept, sum kommunan kann taka undir við.
  • Miðað verður ímóti varandi leigumálum, men treytir verða settar til virksemið
  • Minst 4 eindir (sølustøð) skulu vera partur av pakkanum/konseptinum
  • Við atlitið at fjølbroytni skal minst eitt sølustað, ið skal vera partur av pakkanum/konseptinum, har til ber at keypa kaffi og ábit
  • Í mesta lagi 2 matstøð kunnu vera partur av pakkanum/konseptinum
  • Ongin eind kann brúka meira enn 180 m2 av veghæddini
  • Onki matvørusølustað kann brúka meira enn 100 m2

Støðutakan

Støða verður tikin til innkomnar leiguumsóknir út frá omanfyri nevndu treytum og eini heildarmeting út frá endamálinum við veghæddini við Biskupstorg. Kommunan tilskilar sær rætt frítt at velja ella at havna øllum umsóknum.

Umsóknir um leigukonsept skulu latast: Klaksvíkar kommunu, Nólsoyar Pálsgøta 32, 700 Klaksvík, viðmerkt “Leigumál Biskupstorg”, og skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. juli 2020 kl. 12:00.

Klaksvíkar kommuna

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.