Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Nú verður summar í havn

Herfyri sóknaðist kommunan eftir hugskotum til, hvat kommunan kann bjóða í summar.

Knappliga 200 uppskot komu inn, og stívliga helvtin vóru hugskot um, hvat kann gerast í Sandagerði, nú nógv fara at halda summarfrí í høvuðsstaðnum í ár.

Nú verður fyrsta tiltakið, og tað verður í Sandagerði í morgin.

Nógv spennandi er á skránni 4. juli í Sandagerði:

• Gakk á línu – Klárar tú at ganga yvir um ánna uttan at detta niður í vatnið?
• Flogbóltur á sandinum – Finnið saman tvey og tvey og dystist á sandinum!
• Ginn Joga – Gløsini verða fylt og mátturnar rullaðar út í Sandagerði.
• Stand Up Paddle – Leiga SUP bretti í Sandagerði og stuttleika tær á sjónum.

Umframt alt hetta ber til at dyppa í sjónum, stuttleika sær við spølum ella bara at njóta løtuna undir litríku sólskjólunum á sandinum afturvið góðum tónum úr hátalarunum.

Vit síggjast í Sandagerði leygardagin 4. juli frá kl. 10 til 16!