Home Fólk & Samfelag Millum korona og pakkaloysnir í høvuðsstaðnum

Millum korona og pakkaloysnir í høvuðsstaðnum

by OML

Tíðargrein Óli M. Lassen, siviløkonomur

Eg veri oftani spurdur um vit ikki skjótt fáa afturgongd í búskapinum og kemur ikki ein kreppa ?. Útsagnir sum “hetta er 80´ini umaftur o.a.”.  Til tað er at siga, at vit í dag hava ein landskassa í er væl fyri og flestu kommunur og Klaksvíkar kommuna eru val fyri. Harafturat hava vit í landinum stórar vinnufyritøkur ið eisini eru val fyri og hava goðan rakstur og gott gjaldførið. Rentan er lág, oljuprísirnir lágir og góður fiskiskapir eftir tosk og hýsu, og rímiligir fiskaprísir,  tó korana hevur ávirka fiskaprísirnir negativt seinastu mánaðirnir.

Eisini má havast í huga at vit hava fingið nógv nýggj uppisjóðarrættindi og gongur tað sera gott í hesum vinnugrein,  og somuleiðis er gongdin innan alivinnuna ser jalig. Eisini er nógv ferð á byggivinnuni og innan tænastuveitingar o.a. so alt í alt hava vit ein búskap í gongur gott, sjálvt um ein ávís afturgongd kann merkjast orsaka av korona farsóttini.  Innan ferðavinnuna eru vit í tí hepnu støðu at hendan vinna einans er umleið 2,1% av BTÚ meðan hon eitt nú í Spania er eini 15% av BTÚ og í Italia er hon umleið 11% av BTÚ og í heimsbúskapinum er ferðavinnan umleið 10% av BTÚ.

Tað verður oftani sagt at land og komunur ikki skulu gera so nógvar íløgur í góðum tíðum, men eitt oyggjasamfelag har fiskivinnan- og alivinna er høvðusútflutnigur, má arbeiða skjótt tá framdrift er í samfelagnum. Í ringum tíðum tora politikarar sjálvsagt ikki at brúka allan tøkan pening og taka stór lánir til íløgur, tí teir vita jú ikki hvussu long ein møgulig búskapargongd er. Bara eftir korona í nakrar mánaðir var tosa um at kommunur skuldi fáa loyvi at hækka íløgukarmin. Jú av sonnum ein broyting uppá onga tíð, og vísir hetta okkum hvussu sárbært valferðarsamfelagið er.

Ikki var neyðugt at lata Føroyar upp

Sum flest øll fólk vóru vitandi um so var smittan vek í landinum, og var als ikki neyðugt at opna fyri ferafólkastreyminum til landi. Men tráanin eftir at behaga vinnuni í høvuðsstaðnum var so stór at hetta mátti gerast. Sjálvt um øll vita at matstovur og hotellir hava góðar møguleikar at broyta teirra viðurskiftir og t.d. leingja afturgjaldstíðina á lánum. Og matstovur og gistingarhús kundi fingið eina blomstrandi innlendis ferðavinnu. Tað verður hildið at føroysk ferðafólk nýta einar 600 til 700 milliónir krónur til ferðing og nýtslu uttanlands. Um vit ýminda okkum at einar 400 milliónir av hesum vóru nýttar til innlendis ferðavinnu kundi vit havt eina blomstrandi vinnu og landi kundi verið eitt av bestu korona fríum oyggjasamfeløgum at virka og liva í.

Fyribrigdi sum nú ferð um allan heim við at lata upp og lukka lond og býir niður aftur kallast “hammer og dans” og er altjent innan epedemi gransking. Í Klaksvík høvdu vit eina Norðoyastevnu á netinum og ikki var neyðugt at troðsa og hava eina ólavsøku sum mest sum einki var hent. Landsstýrisfólk tosa um at vísa ábýrgd og sosialt kontroll. Tey og teirra umsiting skuldi vita, at soleiðis er okkara heili ikki innrættaður. Og talan er um eina neyðstøðu har myndugleikin skal hava tey neyðugu amboðini at stýra við. Amboðini eru har, forsamligsforboð, krav um at nýta smittuapp, testing og aftur testing og frástøðu, ja flestu fakfólk vístu á hesi neyðugu amboð. Sosialt kontrol hava vit sæð nokk av í Føroyum og eru tað fólk í eru rýmd úr bygd og bý og av landinum orsaka av sosial kontroll.

Vit nýta ikki sharia politi ella bólkar av fólki, ið skulu siga medborgarum hvussu vit skulu liva og virka í hesum korona tíðum. Men er hetta ein myndugleika uppgáva sum ikki bleiv tikin í tí álvara sum tey skuldi og úrslitið kenna vit, sjúk og gomul avbyrgd og ovurhonds arbeiði hjá heilsustarvsfólkunum ið annars gera eitt fyrimyndarligt arbeiði.

Fíggjarkreppan 2008 og Koronakreppan – Vinnupolitikkur 2020

Í 2008 rakti fíggjarkreppan heimin, stórur partur av fiskiflotin vóru í svarari kreppu tí fiskiskapurin hevði svikið gjøgnum fleiri ár og nú stóð allur heimaflotin fyri hóttafalli. Tí søkti húkaflotin um kreppuhjálp uppam einar 18 milliónir krónir í eitt ár til útróðrarbátar og línuskip. Víst var til Roknskapargreining frá grannskoðarafelag og sjálv framdi vinnan eina kanning í vísti gongdina viðvíkjandi fiskiskapi og sølu. Men har var eingin hjálp og úrslitið kenna vit í dag. Nú er vend í holuni,  nú hotellir og matstovur, flestu í høvuðstaðarøkinum rendi seg í eina kreppu, so var leyst og liðugt øll politiska skipanin brúkti bara nakrar vikur til at gera hjálpipakkar til tænastuvinnurnar innan ferðavinnu. Tí er at vóna at løgtingið nú fer at mennast soleiðis at tá kreppa er í okkara høvuðsvinnu hevur amboðini so alt ikki fer fyri bakka orsaka av politiskari líkasælu. Forkvinnan í vinnunevndini segði í D&V í samband við korona, at um tað hevði veri fiskivinna so var man langt síðani farin at veita hjálpa. Men tað fyriheldur seg júst øvugt, sum eg havi víst á.

Kanska fer forkvinnan í vinnunevndini at spyrja Meginfelag Útróðrarmanna, nú hvussu er støðan hjá tykkum ?, hava tit trupulleikar í hesum koronatíðum. Vónandi fer vinnupolitikkurin ið hesum landi at broytast, so tað eisini eru evnir og vilji at bretta upp um ermar tá vinnugreinar í eru ein tíma frá miðstaðarøkjunum fáa tað trupult. Men tit skulu hava rós fyri tykkara kreativitet og ágrýtni til at arbeiða óhoyrt skjótt vinnupolititiskt fyri at lofta okkara ferðavinnu. Spurningurin er um vit ikki kundu havt eitt betri og ríkari summar fyri okkum øll sum her búgva og ikki minst ein betri og tryggar vetur fyri øll, um arbeitt var annaleiðis. Nú eg siti her, kann eg ikki lata verða við at hugsa um, hví mynduleikarnir ikki kunnu hava ein hjálparpakka so flogskipararnir hjá okkara tjóðarflogfelag ikki missa teirra floglicens, sum teir nokk hava tikið stór lánir fyri at megna at rinda útbúgvingina. At bjarga hotellum í havn er eingin trupulleiki, men at hjálpa eini 15 flogskiparum at varveita teirra vinnubrøv til korona hasar av er óskiljandi.

Savnsmynd 24.fo

 

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.