Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Húsarhaldsskúlin

Tað verður sera vakurt og hugnaligt at búgva í Klaksvík tá lív kemur í miðbýin og lív kemur kring Húsarhaldsskúlan. Sum myndin vísur so verður økið ein perla.

Í dag er myrkt og tryst tí onkur hevur fjerna allar lampurnar sum eg sum formaður í teknisku nevnd fekk viðtikið at seta upp. Løgið at man kann taka kommunal ljós niður og einki seta í staðin.

Eg fegnist um at ungdómurin í Klaksvík og ung ið ynskja at koma til klaksvíkar fáa ein snotuligan skúla sum liggur mitt í býnum, sum ein diamantur og perla fyri alt økið.

Myndin talar fyri seg.